Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Politikkur

Klokkan 11 í morgin byrja samráðingarnar millum størsta flokkin eftir valið Fólkaflokkin við 8 tingfólkum, og triðstørsta Sambandsflokkin við 7 tingfólkum og Miðflokkin við 2 tingfólkum.

Flokkarnir fara nú undir at orðað eitt samgonguskjal.

Samráðingarleiðari er formaðurin í triðstørsta flokkinum, Bárður á Steig Nielsen, og hevur hann samráðingarrættin til á middegi týsdagin í næstu viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo