Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Skúlablaðið:Úrslitið av PISA-kanningini, sum næmingarnir í 9. flokki skúlaárið 2014-2015 tóku lut í, verður almannakunngjørt 6. desember.

Níggjundafloks næmingar í Føroyum hava higartil tikið lut í fýra PISA-kanningum umframt eini undanroynd, men tað er ymiskt, hvussu nógv hevur verið gjørt burtur úr at greina úrslitini.

Hesa ferð verður væl gjørt burturúr.

- Trý fólk eru sett at gera eina djúptøkna greining av úrslitunum hesa ferð, sigur Óli Jákup Joensen, fulltrúi á Próvstovuni í Mentamálaráðnum, við Skúlablaðið.

PISA-kanningin var gjørd í mars 2015; skúlaárið 2014-2015 gingu 698 næmingar í 9. flokki; minsti skúlin hevði 1 næming í 9. flokki og tann størsti 99 næmingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo