Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Krutl

Seinastu føroysku alisílini, sum ganga í SEV byrgingini í Heygadali í Vestmanna, eru serstakliga vælegnað til matgerð. Tey eru feit, hava góðan tættleika (konsistens) og vakran lit. Og feittið í sílunum er sera milt í smakkinum, so neyðugt er ikki at skera tað burtur, eins og við laksi.

Hetta eru nakrar av royndunum, sum føroyski kokkurin Ingálvur Johannesen gjørdi sær, tá hann herfyri hevði fingið hendur á einum av sílunum, og slapp at gera ein forrætt burturúr tí. Sílið vigaði 8-9 kilo og tað rakk til 37 forrættir.

- Sílið á myndini var portionerað í 80 gram stykkir uttan skræðu. Stykkini blivu brúnkað og síðani dampað við ljósari øl á pannuni, lakin ið eftir var bleiv reduseraður saman við lakanum frá steikta grønmetinum og rómi latin í. Grønmetið var lagt undir sílið og sósin løgd omaná, og sigast má, at hetta var heilt einastandi gott, smakkurin var sera væl samanhangandi og ljósa ølið gav rávøruni i rættinum ein dám av, nátúrligt at hoyra saman, sigur Ingálvur Johannesen við VP.

Kaffihúsið í Vágsbotni hevur ætlanir um at skipa fyri sílakvøldum seinni í heyst, so almenningurin fær høvið at royna føroysku sílini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo