Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Tað eru bara trý ár liðin síðani at P.P. Faroe Pelagic Pf í Kollafirði við hjánavninum Kollafjørð Pelagic hevði tveysiffraði yvirskot. 

Árini frá 2010 til 2015 hevði virkið tilsamans góðar 115 milliónir krónur í vinningi eftir skatt.

Men í fjør var vent í holuni. Bruttovinningurin endaði í fjør á soltnum trimum mió kr, sum bert er tíggjund av árinum frammanundan, sum aftur bara var triðinigurin av toppinum sum var í 2012. Tá hevði virkið ein bruttovinning uppá 87 mió kr og vinning uppá 30 mió kr.

Úrslitið í fjør versnaði yvir 20 mió kr - úr vinningi á góðar 9 mió kr í 2015 til eitt hall á meira enn 12 mió kr í fjør.

Eisini móðirfelagið, Faroe Real Estate, hevði ringasta árið í langa tíð. Úrslitið hjá Faroe Real Estate tódnaði úr sløkum 18 mió kr í 2015 niður í 1,4 mió kr í fjør. Hetta er sostatt úrslitið av pelagiska virkseminum hjá niðurlendingunum í Kollafirði. 

Hóast í einum aldudali, so hevur virkið onga neyð beinleiðis, tí ongin rentuberandi skuld er, og móðirfelagið eigur eina eginogn uppá 162 mió kr.

Nevnd og leiðsla, brøðurnir Dirk-Jan og Diederik Parlevliet, eru ikki tíðindafróðir í síni ársfrágreiðing. Men føroyingar í vinnuni, sum kenna væl til viðurskiftini, og sum VP hevur tosað við, siga, at tað er atgongdin til rávøruna sum ger, at gongdin er, sum hon er hjá niðurlendingunum. 

- Tað virkið sum hevur ringastu atgongd til rávøruna er eisini tað virkið, sum klárar seg ringast, verður sagt við tilsiping til hini bæði virkini, Pelagos í Fuglafirði og Varðan Pelagic á Tvøroyri, hvørs eigarar eisini hava skip sum landa til virkini.

Í meðal 95 starvsfólk høvdu sína dagligu gongd hjá Faroe (ella Kollafjørð) Pelagic í fjør. Talið er alsamt minkað øll árini síðani 2011, tá tey vóru 150 í tali. 

Starvsfólkakostnaðirnir í fjør vóru góðar 18 mió kr, sum er minni enn helvtin av lønunum í 2013.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo