At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá hon setti FM-kappingina á stuttgeil. Røðan í fullari longd kann lesast niðanfyri.

Mánamorgun 15 februar 1991
“Tað var kalt í morgun kl 6. Eg var aftur einsamøll til venjing og ongin venjari, men bróður kom forbí eina løtu fyri at vita um, eg enn var á lívi. Tað gongur framá við økslini, hevði onga pínu fyri fyrstu ferð í fleiri vikur. Eg gjørdi av at gera venjingarprogrammið eitt sindur øðrvísi. Eftir upphiting svam eg sindur interval, bein og armar, og síðan tók eg 20x100 firvald starttíð 1.30. Hóast eg teir síðstu 100 m mestsum hevði hug at leggja meg uppá kantin at spýggja, so kendist tað væl at vera tættari málinum at koma niður á 2.30 í 200 firvald til FM, og at fáa eitt gott úrslit til oyggjaleikirnar á Álandi. Til venjingina í kvøld fari eg at taka tað eitt sindur meiri róligt”

Hetta er eitt lítið brot úr teimum 8 tættskrivaðu dagbókunum, eg skrivaði í árunum 1989-1995, tá eg var landsliðssvimjari.

Góðu svimjarar. Uttan at taka munnin ov fullan, so haldi eg, at eg kenni tykkum. Kanska ikki persónliga, men eg kenni tykkara persónligheit, tykkara áhaldni, tykkara treiskni, tykkara kamp, ikki bara kampin ímóti tykkara kappingarneytum, men kampin ímóti tykkum sjálvum, at tit ikki gevast, hóast tað gongur ímóti, men tá tað gongur harðast ímóti at seta tykkum enn hægri mál.

Eg kenni eisini tykkara einsemi, einsemi í kampinum við tykkum sjálvi og teimum málum, tit seta tykkum, og eg kenni eisini tey sera tøttu sambondini, sum hóast kappingarneytar, er ímillum tykkum svimjarar. Hetta eru vinarbond, sum vara alt lívið.

Fyri framman stendur nú eitt spennandi vikuskifti, har okkara allarbestu svimjarar fara at kýta seg og at gera alt fyri at vinna FM meistaraheitið. Tit fara at spenna tykkum út alt tað tit eru ment, og hvørt tak fer at vera avgerandi.

Men umframt FM heitið stendur nógv uppá spæl, tað eisini tíðin, tit fara at kappast um.

Tí tey av tykkum, sum hesar dagarnar megna at svimja skjótt og við góðum tíðum, kunnu jú vænta sær ein eykavinning ella fleiri, um væl liggur fyri.

Hetta kenna tit alt til – hesar kravtíðirnar, ið gera av, hvørji kunnu sleppa við til altjóða kappingarnar, sum verða hildnar í næstum.

Hetta er lívið sum svimjari. Hvør einasti hundraðpartur, ið kann skarvast burturav, kann vera avgerandi munurin, um málið verður rokkið. Tykkara persónliga mál, sum kann vera at gera persónligt met, fyri onnur er tað føroyska metið, sum skal røkkast og fyri nøkur er tað altjóða luttøka.

---

Tá innleiðandi kappingarnar eru fyrrapartarnar, royna tey bestu kanska at spara seg, meðan onnur geva alt, bara fyri at koma í finaluna.

Og eitt finalupláss er fyri mong tykkara ein sigur í sjálvum sær, tí tað eru finalurnar, øll eygu venda sær ímóti, tá alt skal avgerast.

Tá er tað, at vit hava vónir um at síggja okkara frægastu svimjarar sýna síni bestu kynstur, so bæði kravtíðir og met koma til høldar.

Tit kunnu gott fáa góð ráð frá venjarum og øðrum, men tá tit fyrst eru farin útí, eru tað tit og bara tit, sum kunnu avgera munin.

Føroyameistarakappingin á stuttgeil er nakað serligt. Hetta er stóra svimjistevnan, allir føroyskir svimjarar síggja fram til.

Onkur av tykkum síggja kanska longu nú fram til kappingina um danska meistaraheitið á stuttgeil, sum verður í Greve um eina viku, har fleiri føroyingar eru við.

Men fyrst í næsta mánaði skulu nøkur tykkara til Reykjavíkar í Íslandi til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Junior-Meistarastevnuna.

Og miðskeiðis í næsta mánaði er so Europa-Meistarastevnan í stuttgeil á skránni í Keypmannahavn.

Alt samalt stórar avbjóðingar, ið eg veit, at tit fara at megna upp á besta máta, tí tit vilja altíð gera tykkara besta.

Eg havi mongu seinastu árini fylgt við í føroyskari svimjing. Og síðan eg sjálv var landsliðssvimjari í 1990’unum er ein sonn kollvelting hend í føroyska svimjiumhvørvinum. Menningnin hevur gingið við rúkandi ferð. Venjingin er vorðin meira professionel, venjararnir eru útbúnir og talentini spríkja fram.

Eg hevði ta gleði at vera við til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar og uttan at taka nakað frá øðrum ítróttargreinum, so var tað í svimjingini at Føroyar upplívdu eitt satt gullregn. Sum eygleiðari til eina slíka kapping sær man eisini alt tað, sum gongur fyri seg rundan um hylin.

Har sótu foreldur, systkin, familja og heppaðu uppá sínar døtur og synir, beiggjar og systrar. Við mínum royndum sum svimjari, so er tað baklandið, sum eigur ein stóran lut í, at tú gerst ein góður svimjari, tí tað krevur so ómetaliga nógv av einum sjálvum og allari familjuni.

Tað eru foreldrini, sum stuðla tykkum í tí dagliga, tað eru foreldrini, sum fara upp við tykkum um morgnarnar, tað eru foreldrini, sum ferðast saman við tykkum og sum eru tykkara allar bestu stuðlar. Takk til tykkum foreldur og familjur og sjálvboðin annars, sum eru rundan um okkara svimjarar. Uttan tykkum bar onki til.

Eitt er, hvussu stuttligt vikuskiftið verður fyri okkum, ið hava møguleika fyri at fylgja við í høllini, men onnur fáa tykkum beinleiðis inn í sína stovu.

Eg vil tí bera Kringvarp Føroya eina takk og rós fyri, at tit varpa hesar spennandi kappingar út í hvørja stovu í Føroyum. Hetta hevur ómetaliga nógv at siga fyri føroyska svimjing og fyri ítróttina sum heild.

---

Vit í høvuðsstaðnum eru fegin um, at vit kunnu seta karmarnar um hesa kappingina, eins væl og aðrar, men okkara mál skal vera, at vit innan alt ov langa tíð eisini kunnu halda FM á langgeil.

Eg fari at enda sum at takka fyri heiðurin at seta FM í svimjing á stuttgeil, tað er ein æra at seta hesa kapping og eg havi djúpastu virðing fyri hvørjum einstøkum svimjara, sum nú fer at kappast. Tit eru fyrimyndir bæði her á landi og uttanlands.

Bestu eydnu við kappingini og við hesum orðum vil eg lýsa FM-kappingina á stuttgeil 2017 at vera setta.

Takk fyri!

Annika Olsen
Borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo