Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tiltøk

Kom við Rudda Føroyar og rudda í Funningsfirði, Hoyvík, Kollafirði, Nólsoy, Skála, Streymnesi, Sumba, Tórshavn, Tvøroyri ella Vágum næsta leygardag, altso tann 21. septembur tá altjóða ruddingardagur er!

Altjóða ruddingardagur verður 21. septembur og Føroyar herja á aftur í ár. Vit vóru við í átakinum fyri fyrstu ferð í fjør, tá fleiri enn 1000 føroyingar tóku heili 22 tons av ruski upp!

Tað krevur gott nokk nógvar sterkar kvinnur og menn, ja, enntá bátar og lastbilar við krana!

Øllum nýtast nú ikki at hava krút sterkar armar – vit hava eisini brúk fyri kikara eygum og fínum fingrum at taka stubbar, plast og hvat veit eg upp av vegnum, millum steinarnar, í grasinum, og hov, endaði nú okkurt í hárinum?

Tað hevði verið lekkurt at fingið grannalagið pent og snøgt, og so skal man jú heldur ikki so langt – og um tú vilt tað, so skalt tú vera vælkomin!

Koyr tú tá bara skrellið í skrell, tí vit hava hvørki dronur ella seyð við kamera at boða okkum frá, hvar skrell skal heintast. Og fortel okkum endiliga hvussu nógv kilo tú fekst savnað!

Vit halda tó sjálvandi at tit skulu koma við í Rudda Føroyar hópin, har vit skilja og viga skrelli sum vit samla – ah, hatta ljóðaði ikki so spennandi.

Jú, tað er tað allíkavæl, tí tá dagurin kemur at enda so hevur tú helst havt eina hugnaliga løtu við kendum og kanska ókendum fólki - vit gera í øllum førum okkara besta til at dagurin verður góður og minnisríkur fyri allar luttakarar, m.a. við drekka og onkrum ábiti.

Og hvat er tað ikki bara gott við frískari septembur luft! Meldið tykkum til á heimasíðuni
https://ruddaforoyar.fo

Vit síggjast
Rudda Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo