Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Tónleikur

Kom við til Spæliland hevur í almannakunngjørt eitt nýtt videolag. Talan er um sangin:
“Gyklarin Pokus Pól”, ið er ein sangur um gyklaran Pokus Pól, ið gyklar børnini um til djór.
Sambært Inga Hansen, ið hevur lagt tónleikaverkætlanina: “Kom við til Spæliland” tilrættis, eru djórarørslur sera væl egnaðar til at stimbra grovrørslurnar hjá børnum.

“Kom við til Spæliland” er eitt arbeiðsamboð, ið hevur til endamáls við rútmiskum tónleiki, sangi og søgum at stimbra og menna børn í aldrinum 1 – 9 ár.

Hugsanin við tónleikaverkætlanini “Kom við til Spæliland” er at eggja børnum ígjøgnum spæl og rørslu at stimbra málsliga -, kropsliga- og sosiala førleikan, sum aftur førir við sær, at persónligu førleikarnir og persónsmenskan verður ment.

“Kom við til Spæliland” er samansett av einari bók við sangtekstum og nótum, einari sangfløgu, einari karaokifløgu og einari søgufløgu.

Í bókini eru 17 sangir við sangtekstum, nótum og akkordum til sangirnar. Somuleiðis eru uppskot til hvussu sangspøl til teir ymisku sangirnar kunnu útinnast. Sangspølini hava til endamáls, ígjøgnum spæl, at eggja børnum til at røra seg og nýta sítt hugflog.

Á sangfløguni eru teir 17 sangirnir, ið eisini finnast í bókini og á karaokifløguni. Sangirnir eru innspældir við løttum og glaðum rútmum, ið hava til endamáls at eggja børnum til sang og spæl.

Á karaokifløgini eru teir 17 sangirnir, ið eisini finnast í bókini og á sangfløguni.

Á søgufløguni eru søgur um børnini Jóhan, Jákup og Emmu, ið eru á ferð í ævintýrlandinum “Spæliland”. Í søgunum hoyra vit um ymisk støð, persónar og djór, ið børnini møta á ferðini, og sum vit eisini hoyra um í fleiri av sangunum. Søgufløgan hevur til endamáls at kveikja hugflogið hjá børnum og á tann hátt geva teimum møguleika at liva seg inn í egnan hugaheim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo