Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Illustrerandi mynd

Eg meti tað vera uppá tíðina, at øll tit ungu, sum hava nomið tykkum hægri útbúgving í útlondunum og her heima eisini, byrja at taka lut í samfelagskjakinum í staðin fyri at goyma tykkum í hesum ymsu skrivstovunum og aðrastaðni við kring landið.

Tað kann ikki vera rætt, at landið skal brúka milliónir uppá tykkum, og so geva tit ímillum lítið og einki aftur.

Jú, víst útinna tit helst sín dagliga gerning og rinda skatt og eru meðalhampaborgarar, men tað kundi verið so nógv meira enn tað.

Komið nú inn í kampin, tit ungu.

Hetta er ikki Eystur Týskland, har tað er neyðugt at vera bangin fyri at traðka skeivt, men eitt frælst samfelag, har vit, sum nú eru komin upp í árini, ynskja at fáa íblástur frá tykkum ungu, sum hava verið so víða um.

Høvdu tað verið vit, sum sluppu út í heim at studera, so skuldu vit givið okkara íkast til einar enn meira litríkar Føroyar.

Føroyar er eitt deiligt land, men vit føroyingar eru eisini náttúrumenniskjur, sum ynskja at úttrykkja okkum, ikki eysturtýskar kontórrottur, ið bara vilja krógva okkum fyri statinum og gud viti hvørjum.

Ein undrandi á ferð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo