Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Nú líður væl til, at kommunulæknahølini, sum í løtuni verða gjørd í Kirkjustræti í Hoyvík, verða klár hjá 5 kommunulæknum at flyta inn í.

Væntandi kann kommunan yvirtaka hølini eftir summarfrítíðina. Tá ið hølini eru yvirtikin, byrjar innflytingin, og væntast kann, at síðst í septembur eru allar 5 viðtalurnar í Kirkjustræti virknar.

Í nøkur ár hava trupulleikar staðist av, at ikki øll kommunulæknastørvini hava verið sett í Tórshavnar kommunu.

Fleiri borgarar hava síðstu árini ikki havt fastan kommunulækna, tí skiftandi avloysarar hava mannað nøkur kommunulæknastørv.

Kommunan er vaksin nógv seinnu árini, og tí hava eisini verið borgarar, sum ikki hava havt fastan kommunulækna.

Heilsutrygd hevur umframt leysu kommunulæknastørvini í Tórshavnar kommunu eisini lýst eitt nýtt starv sum kommunulækni leyst til setan.

Sambært Heilsutrygd, eru vónirnar góðar um, at kommunulæknar í næstum verða í øllum størvum í kommununi, og at allir borgarar í kommununi fáa egnan kommunulækna.

Tað verða sostatt 14 kommunulæknaviðtalur í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo