Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

SEV: - Aðalmálið hjá SEV er at veita trygga, bíliga og grøna elorku, og á hesum grundarlagi tænir okkara samhaldsfasta elfelag øllum samfelagnum – húskjum, stovnum og eisini vinnulívinum. Skulu vit framhaldandi halda fast um hetta aðalmálið, krevst undirtøka frá kommununum og borgarstjórunum.

Tað segði John Zachariassen, nevndarformaður, tá hann á aðalfundinum hjá SEV fyrrapartin vegna nevndina heitti á allar kommunupolitikarar um at verja hesi áhugamál, so nýggja samfelagið, sum verður grundað á varandi orkukeldur, framhaldandi fær sum mest burtur úr orkutilfeinginum.

- Eitt virðismikið tilfeingi, sum longu er, og í nógv størri mun fer at verða gagnnýtt til at framleiða elmegi. Vit standa á gáttini til eina broytta samanseting av orku til føroyska samfelagið. Í stóran mun eru tað okkara val, sum gera av, hvussu trygg, bílig og grøn elorkan til broytta samfelagið verður, endaði John Zachariassen frágreiðingina frá nevndini til aðalfundin hjá SEV.

Niðurstøðan hjá nevndarformanninum er, at vegurin er slóðaður fyri grønum framburði næstu 15 árini, men at tað krevst ein breið politisk semja um, hvussu elskipanin skal setast saman, soleiðis at hon verður so trygg, bílig og grøn – og sostatt so samfelagsgagnlig sum gjørligt.

- Tað verður lættari at arbeiða og røkka málinum, um allir partar kenna og virða spælireglurnar frameftir, sigur John Zachariassen.

Trygg tilgongd
Hann vísir á, at fyrsti teinurin er gingin á varðagøtuni, sum er løgd fram ímóti grøna málinum í 2030, ið SEVsetti sær í 2014. Yvirskipaða arbeiðsætlanin er klár, og nýggjastu kanningarnar vísa, at vit skulu byggja lutfalsliga nógv út við sólorku og vindorku næstu árini, umframt at SEV eigur at vera kjarnin í elskipanini. Og útbjóðing í fríari kapping kann fara fram í framleiðslupartinum, tá talan er um vindorku, sólorku, sjóvarfall og biogass.

Í teimum trimum útboðunum í Neshaga, í Húsahaga og oman fyri Porkeri hevur SEV bjóðað lægsta prísin at framleiða elorku. Tí leggur nevndin doyðin á framhaldandi at vera við í komandi útboðum fyri at tryggja elbrúkaranum lægst møguligan elprís.

- Spennandi verður eisini at fylgja við slóðbrótandi verkætlanunum, sum skjøtil varð settur á í 2018, har el skal framleiðast úr biogassi og sjóvarfalsorku, sigur John Zachariassen, nevndarformaður.

Hann vísir harumframt á, at SEV fyri sín part hevur fingið lagaliga fígging til vega at taka tey næstu stigini á grønu kósini til gagns fyri føroyska samfelagið – og ikki minst vinnuna.

John Zachariassen staðfestir, at hesi fýra árini, síðani vindmyllurnar í Húsahaga vóru settar í rakstur, eru nógvar virðismiklar royndir og áhugaverd kanningarúrslit fingin til vega at byggja víðari á. Tað er kortini ein fortreyt, at kjarnuveitingarnar í elskipanini liggja trygt í einari samlaðari eind, har vatnorkan og oljuverkini eru sjálvur bulurin í elskipanin tey fyrstu árini. Men so hvørt fleiri grønar orkukeldur verða bygdar inn í skipanina, verða vatnorkan og pumpuskipan bulurin í skipanini, og tá verður oljan tiltakstrygd, tí Føroyar hava einki kaðalsamband við umheimin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo