Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Dagin fyri ólavsøkuaftan verður orgulkonsert í Havnar kirkju við enska urguleikaranum Richard Brasier. 

Richard hevur áður verið í Føroyum og spælt og givið frálæru til føroyskar urguleikarar. Hann verður í ár í Føroyum á ólavsøku og fer millum annað at spælt til kórsangin til ólavsøkuguðstænastuna 29. juli kl. 11.

Petur Martin Johannesen hevur savnað kórið, sum syngur introitus og motet undir guðstænastuni. Richard fer eisini at spæla præ- og postludium meðan fasti urguleikarin í Havnar kirkju Gudmund Mortensen spælir til sálmarnar.

Í hesum sambandi er tað, at Richard fer at hava orgulkonsert í Havnar kirkju fríggjadagin. Konsertin vara í ein hálvan tíma og á skránni er millum - eitt av teim best kendu orgulverkunum hjá Bach - Præludium í Es-dur. Harafturat spælir hann bæði vakran og lívligan tónleik av Pachelbel, Joseph Jongen, Peter Maxwell Daviesm og Lefébure-Wély.

Richard Brasier er føddur í 1988 og hevur holla útbúgving innan urguspæl og urgutónleik frá Royal Academy of Music in London. Hann hevur fast starv sum Director of Music at St Laurence Parish Church, Upminster.

Hóast ungur hevur hann spælt sum solistur og kamartónleikari í Onglandi og Týsklandi og hevur studerað urgubygging í Hollandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo