Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Leygardagin 7. apríl verður stóri finaludagurin hjá badminton, borðtennis og judo. Hetta tiltak er nú komið í eina fasta legu, og er samstarvið millum hesi trý sersambondini gott.

Dagarnar frammanundan stóra finaludegnum hava ítróttagreinirnar havt innleiðandi umførini og funnið tey, sum skulu spæla finalurnar.

Dagurin byrjar kl. 10.00 við finalunum í tvímansleiki hjá kvinnum í badminton og borðtennis.

Síðani koma finalurnar sum perlur á einum snóri.

Klokkan 13 byrjar Kringvarpið at senda beinleiðis, og verður byrjað við judo, og sent verður til seinasta finalan er spæld. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo