Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Ein av ríkastu milliarderunum í Danmark, føroyingurin Gullak Madsen, rindaði yvir 450 milliónir krónur fyri at keypa sameigaran Óla Nattestad úr felagnum, skrivar Finans.dk.

Hetta sæst millum annað í roknskapinum hjá reiðarínum Ruth, sum Gullak Madsen nú eigur einsamallur, og sum hevði eitt gott ár í fjør. 

Reiðaríið hevði eitt yvirskot á 242 milliónir krónur, har tær 228 milliónirnar komu frá sølu av fiskikvotum.

Sambært Finans.dk, so metur milliarderurin Gullak Madsen eisini um framtíðarútlitini, og skrivar í roknskapinum, at ymiskar óvissur eru í sambandi við stødd av kvotum og prísir og so avleiðingarnar av Brexit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo