Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Politikkur

At val stendur fyri durum, er eyðsýnt.

Jónleif Johannesen og Brandur Sandoy yvirbjóða hvør annan.

Jónleif sigur: tíbetur eyðnaðist at opna flakavirkið aftur. Jónleif, tað eiga hvørki tú ella eg nakra æru av, alt annað er skammleyst at halda.

Brandur nevnir aliloyvið á Sandsvág og samgonguna, hann sat í sjálvur. Var eg partur av henni eina lítla helvt, tí føli eg, at tú sendir pílin eftir mær.

Jú, Brandur, aliloyvið hevur bjargað Sands Kommunu, tí tit heysta 3 mió um árið.

Tú nevnir, at Mowi lat flakavirkið í Skopun upp fyri 4 árum síðani, við 60 arbeiðsplássum. Tað hevði vælsagtans einki við landið at gera.

Jú, sum skálkaskjól fyri, at fáa Sandsvág. 4 ár seinni stongja teir virkið í Skopun uttan nakra grund. Og leggja tríggjar ringar afturat á Sandsvág.

Virkið hevði okkurt ár eitt lítið yvirskot, onkuntíð eitt lítið undirskot.

Mowi er ein av heimsins størstu alifyritøkum.

Sands Kommuna visti væl, at virkið í Skopun og Sandsvág hoyrdu saman, tað kann hoyrast í einum útvarpsklippi, men tað var eingin av teimum ráðandi av Sandi, sum so frætt spanderaðu at ringja til stýrið í Skopun og tosa um hetta, var hetta bara í lagi?

Í Sands Kommunu tordi man ikki, at rætta grannakommununi eina hond, sjálvsagt fyri stórfyritøkuni Mowi.

Suðuroyingar lótu Sandoy Seafood upp

Í byrjanini hevði vikrið í Skopun stórt avlop.

Tá ringdi ein av stjórunum og spurdi meg, um eg hevði nakað ímóti, at hetta varð deilt við Sands Kommunu. Eg segði, at tað var í lagið, vit deildu við grannakommununa. Partafelagið var í Skopun.

Men tá Sands Kommuna fekk 3 mió um árið, spurdi eg um tað sama, sum eg var spurdur, svarið eg fekk var, tosa við Fíggjamálaráðið, so tað varð eitt nei.

Nei, hvørki Jónleif ella Brandur fáa nakra stjørnu frá mær um virkið í Skopun, tvørturímóti.

Jónleif, tú er farin at kalla teg fyri Sandoyartingmann, tað er tú ikki! Veit tú ikki, tú hevur tín heimstað í Klaksvík og Føroyar er eitt valdømi?

Jónleif, tín leiklutur átti at verið, at skaffa virkinum menningarpart, helst í botnfiski, men tað kláraði tú ikki.

So flakavirkið eiga tit ongan lut í, og Mowi brúkti virkið fyri at fáa Sandsvág.

Hví mótmæltu tit báðir ikki. Nei, tít góðtaka tað skammuliga, sum Mowi gjørdi ímóti Skopun.

Sandoyartunnilin
Jónleif, hvar er tín leiklutur í Sandoyartunlinum? Eg má bara spyrja. Hann bleiv undirskrivaður ímeðan eg var uttanflokka tingmaður. Tú var ikki komin í politikk, tá hetta málið varð avgreitt.

Javnaðarflokkurin, sum eg var partur av, var hart ímóti Sandoyar tunlinum, tað var Tjóveldi eisini, eisini fólk úr ymiskum flokkum vóru ímóti.

Men tá eg varð útblakaður og málið kom til skarpskeringar, vórðu øll við, eg sjálvur, Páll á Reynatúgvu og Brandur Sandoy gjørdu eitt stórt arbeiði fyri, at arbeiðið varð veruleiki.

Eg kundi nevnt fleiri, sum vóru góðir stuðlar, men tað er ringt at nevna nøvn, tí skjótt er at gloyma onkran.

Brandur Sandoy
Var tað bara samgongan, sum stríddist fyri Virknis- og Umlætingardeplinum? Ótakk er verðins løn. Tað vóru avgjørt eisini hinir báðir Sandoyar tingmennirnir sum strídust, tað veit tú!

Tú minnist tá málið kom aftur í tingið, tá kundu vit sabotera arbeiðið, men tað gjørdu vit ikki, tí hetta var Sandoynni eitt kærkomið mál. Tú hevði ikki, sum eg minnist, øll tíni sum gleddust um hetta.

Dalstunnilin
Jónleif Johannesen, er tú virkuliga so vánaligur at tú tekur tær alla æruna av Dalstunlinum?

Hetta er eitt mál, sum Jógvan Adolf Johannesen, eg sjálvur og aðrir Sandoyartingmenn, hava stríðst fyri í áratíggir.

Og pening til fyrireiking, tí eitt slíkt mál krevur fyrireiking, so aftur her: “ein sáar og ein annar heystar.”

Nei, Jonleif! Eg fari at siga sum ein, sum hevur viðmerking til tín, á einum av portalunum: “Koyr á Gubbin!” tí hetta 4 ára skeiðið, hevur tú koyrt í tómgongd.

So um tú verður valdur, so fær til arbeiðis!

Menningarkvotur høvdu verið kærkomnar, ikki sum nú, nær um einki.

Og Brandur, eg havi nokk tikið feil av tær, eg helt teg vera ein hollari vin enn tú er.

Eg komi aftur við nøkrum linjum, tí tit báðir Jónleif og Brandur skulu ikki sleppa at hórreiggja tykkum, sum tit vilja.

Við Sambandskvøðu
Gerhard Lognberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo