Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Innlendis ítróttur

Róðrarfelagið Knørrur: Nýggjárskvøld 2013 standa nakrir dreingir inni í súkkluskúrinum í studentaskúlanum Hoydølum og brúka seg. Sigarettirnar hoppa í kinnklovunum, og høvdini fara á ymsa lið, so at roykurin kemur ikki í eyguni á teimum. So hvørt, teir eru lidnir við eitt evni, standa teir og gálva og sparka smásteinar, til onkur finnur upp á okkurt nýtt at tosa um, og so gløðir aftur í skúrinum. Soleiðis hava teir staðið so mangan, men kvøldið í kvøld er serligt. Seinastu tíðina eru teir farnir at leiðast við kvøldarlívið í Havn, og hugurin stundar eftir størri brøgdum enn at spæla bibb bibb-spøl og renna eftir konufólki. Og tá ið ein teirra spyr, um teir ikki skulu fara at rógva kapp, er leyst og liðugt, og avgerðin verður tikin upp á standandi fót. Vekk eru teir, og síðan hevur verið kalt í skúrinum.

--

Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn hevur herjað føroysku firðirnar í summar og hevur víst í verki, hvat er besta tíggjumannafarið í 2019. Teir hava vunnið allar róðrar greitt, og flestøll munnu eisini hava bátin sum favoritt til at vinna ólavsøkuróðurin. Hvørt tað fer at eydnast, fer dagurin at vísa.

Ein brókutur skari av kvinnum og monnum
Manningin á Orminum Langa er á mangan hátt ein ógvuliga væl samansett manning. Miðalaldurin er 28 ár. Tann yngsti er 20, tann elsti 45, men teir flestu liggja millum 25 og 28 ár og eru í allarbesta aldri til kappróður og eru komnir eftir kunstinum at rógva millum teir bestu.

Eisini geografiskt er talan um eina sera fjølbroytta manning, tí her koma kallar og kvinnur úr øllum heraðshornum og tala allar dialektir. Her eru havnarmenn og hoyvíkingar, klaksvíkingar og skálamenn, húsvíkingar og íslendingar, og róðurskvinnurnar báðar, sum hava orkestrerað ormsmonnum í ár, eru av Viðareiði og úr Miðvági – tær báðar Óluva Viðoy Simonsen og Sarita Kristina Hansen.

Men krummtappurin eru dreingirnir í skúrinum
Og sama veturin, sum teir gera av at fara at rógva kapp, manna teir seksmannafarið Jarnbard hjá Róðrarfelagnum Knørri og vinna fyrsta FM-heiti felagsins hjá mannfólki í hesum báti. Hepnið er við teimum, tí kappingin lagar seg so, at kappingarneytarnir fáa misjøvn úrslit, men eingin ivi er um, at tað er stirðil í dreingjunum. Teir vinna ikki av ongum, og árið eftir kasta teir saman við øðrum rógvarum í felagnum og manna áttamannafarið Knørr. Kvívíkingar á kvívíkingi roynast teimum tó ov knáir, men teir vinna kortini tvær stevnur hetta árið. Onnur er ólavsøkan, tá ið teir kveistra alla mótstøðu til viks og smyrja hinar bátarnar av, og hetta gløðir teir upp til royna seg í tíggjumannaførunum. Teir manna Ormin Langa.

Eingin veit frá søtum at siga fyrr enn á beiskum bítur
Helst er tað ovdirvi ella tann reina býttheit, sum fær teir at halda, at teir kunnu gera nakað við teir størstu. Teir fáa ið hvussu er annað høgg at føla, tí teir eru fyri lemjandi tapi og verða tuskaðir av á hvørjari einastu stevnu. Í Róðrarfelagnum Knørri stúra tey fyri, at hetta verður endin á manningini, og at hon fer ikki at hóra undan slíkari maltraktering og kanøfling ígjøgnum eitt heilt ár. Eins og summarmjørkin kann liggja tjúkkur sum ein softice yvir Havnini, legst nú ivin yvir felagið, so at tað sæst nóg illa at koma inn; men dreingirnir gera øllum til skammar. Eldurin bálar bara enn meira, og viljin at standa seg væl í tíggjumannaførunum er størri enn nakrantíð.

Tað hoyrir við til søguna, at til steypahandanina á varmakeldu í Fuglafirði hetta árið kemur ein av mótstøðumonnunum yvir til teirra og spyr, hvussu ólukkan tað er, teir rógva, og við hesi nasadjørvu entré uppstendur beinanvegin eitt gott samband millum hann og dreingirnar. Maðurin er Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, havnarmaðurin á Klaksvíkingi, og tað ber ikki mætari á, at árið eftir í 2016 verður hann sjálvur partur av manningini á Orminum. Hann fornemmar beinanvegin, at hetta eru bæði raskir og skemtiligir menn at vera saman við, men tað allarbesta við teimum er, at teir eru so passaliga feskir og forvitnir til, at hann kann leggja eitt sindur av lærdómi niður í teir. Tað stuttliga er, at Svein Rógvi byrjaði kappróðrarkarrieru sína í nettupp Róðrarfelagnum Knørri, har hann hevur róð við bæði Jarnbardi og Knørri.

Teir dríva aftur á, og okkurt er lært, tí nú gleppur. Á fjarðastevnu og ólavsøku strýkur Ormurin Langi fyrstur um málið, og frøin er sum vera man ovurstór. Eftir nógvar avsmurningar vita teir sanniliga, hvat tað er at tapa, men tess størri er gleðin um, at teir loksins kunnu setast í kongsins sæti.
Soleiðis verður kynt undir meistaradreymin, og tvey ár seinni, í 2018, lukkast tað. Ormurin Langi verður føroyameistari fyri fyrstu ferð, og dreymurin hjá dreingjunum er gingin út.

Øll vilja vinnaran eiga
Ormurin Langi er føroyameistari aftur í ár, og nógvar meiningar eru um, hvat ið hevur skapt sigrarnar. Summi siga, at tað eru klaksvíkingarnir, sum eru umborð, og dugandi menn eru teir sanniliga, Jónarnir báðir, Ryan og Syderbø. Onnur halda, at tað er Svein Rógvi, tempogeneralurin á stýriborðslæri, sum drívur verkið við sínum royndum og samansjóðingarevnum. Onnur vilja vera við, at tað er Janus Dam-Jacobsen, sum við sínum seriøsiteti koyrir á menninar og fær tað besta fram í teimum, og onnur halda tað vera dreingirnar í skúrinum, sum við síni ungdómsins saft og kraft eru sjálvir dampketlarnir umborð.

Øll vilja vinnaran eiga.

Men tann, sum kennir manningina, veit, at reseptin til sigrarnar er blandingin av einum sterkum vinnarahugi og einum fínum humori. Tí ert tú saman við teimum eina løtu, so følir tú stemningin beinanvegin. Hittinorðaðir eru teir sum fáir, og láturin er fastur gestur. Sum teir siga: “Tað skal humor í sósina, annars kann alt gera tað sama!” Men farið ikki skeiv. Tað er harður og herskin kostur at rógva við Orminum Langa, og nógv verður lagt fyri, men soleiðis er hjá vinnarum. Sveitti og látur hoyra óloysiliga saman.

--

Ólavsøkuaftan liggja teir aftur klárir á startinum. Eitt sindur herðabreiðari eru teir blivnir, síðan teir stóðu í skúrinum í Hoydølum og brúktu seg, og heldur stórligari kennast teir um hálsarnar nú enn tað kvøldið, tá ið dreymurin birtist, og ferðin byrjaði. Men enn brennur hin sami eldur, og Ormsins menn leggja nógv fyri til at kunna at hevja ólavsøkusteypið. Tí ráða teir tó ikki einsamallir fyri. Suðuroyingur og Havnarbáturin fara at geva teimum ein skarpan gang, og sigursharrin verður neyvan funnin fyrr enn í síðsta taki.

Góða ólavsøku.

--

Manningin á Orminum Langa 2019 hevur verið Bárður Skorheim Guttesen, Jón Syderbø, Rúni Mohr Jónsson, Hálvdan Brink Dalsgaard, Henningur-Einar Juul, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Jóhan Guðjónsson, Janus Dam-Jacobsen, Jón Ryan Petersen, Tórður Skorheim Guttesen, Óluva Viðoy Simonsen, Sarita Kristina Hansen, Debes Sivertsen og Teitur V. Guttesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo