Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

93% av Eysturoyartunlinum er nú boraður.

Hetta kom fram á aðalfundinum hjá P/F Sandoyar- og Eysturoyartunlinum, ið varð hildin fríggjadagin í hølum felagsins í Rektaragøtu í Havn.

Á fundinum varð greitt frá virkseminum hjá felagnum seinasta árið, og ársfrágreiðing varð løgd fram.

Nevndin varð afturvald. Í nevndini eru: Bergur Poulsen, formaður, Marita Súsanna Hentze, næstforkvinna, Gudmund Mortensen, nevndarlimur og Uni Danielsen, nevndarlimur.

Eisini varð greitt frá, at Eysturoyartunnilin er nú komin so langt, at tað eftir ætlan verður sprongt ígjøgnum móti Rókini í mai og millum Eysturoynna og Streymoynna í juni.

Koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin í desember 2020. Hetta skrivar Samferðslumálaráðið á heimasíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo