Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Knassar hava í síðstuni hýst umleið 150 heimasíðum. Fyritøkan hevur nú valt at selja størsta partin av hesi tænastuni til lýsingar- og samskiftisfyritøkuna KREA.

Orsøkin til, at Knassar velja at selja hendan partin av sínum virksemi, er millum annað, at Knassar vilja leggja meira orku í at menna aðrar partar av virkseminum í fyritøkuni.

KREA byrjaði í 2003 og hýsti áðrenn keypið umleið 150 heimasíður. Við keypinum hýsir KREA umleið 300 heimasíðum, og er sostatt millum størstu á marknaðinum í Føroyum.

Niklái Nysted, stjóri í Knassum, sigur, at aðrar tænastur, so sum tíðindasíður og lýsingarskipanin Vevlýsingar, fylla meira og meira, og tað er serliga hetta, ið teir vilja brúka sína tíð til framyvir.

Reimund Langgaard, stjóri í KREA, er sera fegin um keypið, sum tvífaldar talið av hýstum heimasíðum hjá KREA. Hann leggur afturat, at vørumerkið hjá KREA altíð hevur verið at veita bestu tænastuna til kappingarførar prísir, og at tað koma nýggju hýsingarkundarnir eisini at fáa gleði av.

Umframt heimasíður, so veitir KREA tænastur innan grafiska sniðgeving, búmerki, lýsingar, samskifti, marknaðarføring og nógv annað. Eisini hevur KREA ment eitt intranet, sum nakrar fyritøkur hava royndarkoyrt í eitt hálvt ár, og sum felagið nú hevur sett ferð á at selja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo