Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Mítt tastatur

Tíðindainnslagið leygardagin, í bestu senditíð, var spennandi.

Jørn Astrup Hansen, sum fyri viku síðani tók grovu skuldsetingarnar móti Eik banka aftur, hevur nú, sambært Jan Lamhauge, afturtikið sína afturtøku.

Spennandi um fyrrv. bankastjórin aftur fer at afturtaka sína afturtøku, ella býr nakað annað aftanfyri innslagið í ÚF?

Fólk við innliti í revsirætt, høvdu annars bíðað spent eftir sakarmálinum, har fyrrverandi bankastjórin var skuldsettur fyri útspilling og bakbit.

Men hesin spenningur hvarv, tá Astrup gjørdi semju við Betri banka.

Í tíðargreinini í Sosialurin 15. apríl 2016 ákærdi Astrup annars bankan fyri skattasvik.

Í greinini stóð m.a.:

”Sagen er en skandale. Den er kompromitterende for TAKS, og den er stærkt belastende for TF Holding. Den er en fornærmelse mod Finansiel Stabilitet, en sammensværgelse mod landskassen og en svinestreg mod de færøske skatteborgere. Det er synd for Eik Banki, der har fået sin troværdighed beklikket.”

Í semjuni við Betri Banka frá 31. mars 2017 váttar Astrup:

”Jørn Astrup Hansen bekræfter, at han ikke har haft til hensigt at beskylde banken eller dennes ledelse for at have forsøgt at begå skattesvig, ligesom han ikke har givet udtryk for, at banken bevidst har givet TAKS urigtige oplysninger men henblik på at opnå et skattefradrag. Jørn Astrup Hansen beklager, at bankens ledelse har opfattet kritikken som udtryk herfor.”

Seinast í semjuni stendur, at partarnir hava avtalað:

”...ikke at kommentere dette forlig yderligere i offentligheden.”

Nú kunnu lógarkøn gita um, hvussu væl Astrup hevði staðið seg í einum rættarmáli um bakbit.

Men semjan mundi neyvan smakka væl hjá Jan Lamhauge og Co, tí har fór meginparturin av ”kraftini” úr Eik skandaluni.

Men KVF, sum partvíst livir av skandalum og øsing, kennir tað óivað sum sína uppgávu, at annullera semjuna hjá Astrup.

Innslagið leygardagin var margháttligt.

Astrup vildi ikki gera bandaða samrøðu við KVF, tí tað var avtalubrot.

Men sambært Jan Lamhauge stillar Astrup fegin upp til óbandaða samrøðu.

Tað er vælkent, at Kringvarpið dugir væl at manipulera bandað tilfar.

Tað mann vera munandi lættari at manipulera eina óbandaða samrøðu.

KVF varð jú tikið við buksunum niðri, tá avdúkað varð, at útsøgnin frá Eik stjóranum ”Eg bestemmi” til TAKS stjóran var manipulerað í besta Trump stíli.

Manipulasjónin var somikið grov, at Sjúrður Skaale, sum nú er vorðin vakthundur og talsmaður fyri miðlareinføri, rópti varskó og honum á baki komu KVF fólkini Brynhild Thomsen og Øssur Winthereig fyri at bjarga æruni hjá KVF.

Tá hin versti fer í klostur stendur illa til.

Leiðslan í Kringvarpinum noyddist í arbeiðsklæðini á náttartíð.

Men Dia vardi borg og segði, at manipulasjónin ikki var ”tað berandi” í dokumentarsendingini.

KVF blívur bara meira óseriøst fyri hvønn dag sum fer.

Innslagið leygardagin setti Astrup í eitt ringt ljós sum orðloysing.

Fyri at prógva at Astrup einki meinti við avtaluna við Betri fyri fáum døgum síðani, spældi Jan Lamhauge eina samrøðu við Astrup, sum var ein mánaða gomul.

Ein samrøða, sum var eldri enn sjálv semjan og tí óviðkomandi, var sostatt ”tað berandi” í innslagnum.

Eina nýggja bandaða samrøðu bar ikki til at fáa, tí semjan skuldi ikki brótast og tí mátti semjan ”brótast” við eini óbandaðari samrøðu.

Tann stóri spurningurin er nú um Astrup veruliga hevur havt eina SAMRØÐU við Kringvarpið, ella um hetta bert er eitt óformelt prát, sum KVF hevur manipulerað og konvertera til eina samrøðu.

Um so er, so er Astrup lumpaður, tí samrøðan setti avgjørt Astrup í eitt ringt ljós sum orðloysing og vingliskølt.

Hvat veruliga er farið fram veit Jørn Astrup Hansen best sjálvur.

Í Kringvarpinum er einki nýtt. Har er alt sum tað plagar at vera.

”Manipulation as usual”.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo