Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Mítt tastatur

Tað er fullkomiliga misskilt, tá ið politiskir flokkar halda, at Kringvarpið skal skipa valstríðið og seta dagskránna. Valstríðið skal út aftur til og millum fólkið, har tað eigur at vera.

Tá ið eg var ungur vóru teir stóru valfundirnir úti millum fólkið. Tað var har sum tjakast var.

Og tað er eisini úti millum veljararnar at politikararnir skulu stríðast.

Men av eini ella aðrari orsøk, sum eg ikki skilji, er alt hetta broytt seinnu árini, og nú er tað Kringvarpið sum skal seta dagsskránna, soleiðis at tey evni sum Kringvarpið heldur eru áhugaverd, skulu takast fram í hesum ymisku forum sum Kringvarpið skipar fyri.

At floksformenn, politikarar og flokkar hava góðkent tað, er ilt at skilja.

Tá verður kropið fyri hesum miðlinum, og tað eiga politikarar ikki at gera.

Við øllum teimum hentleikum sum eru í dag, til dømis Facebook og Twitter og hvat alt eitur, og portalum, so er ikki neyðugt at lata eitt valstríð upp í hendurnar á Kringvarpinum at vinkla tað.

Tá hevur ein politiskur flokkur kastað handklæðið í ringin.

Í sendingini Deadline hjá danska DR herfyri, var júst spurningurin, hvussu valstríðið til fólkatingsvalið fór at vera í ár í Danmark, og tá vóru øll samd í sendingini, talan var um tríggjar spinnarar, at valstríðið í Danmark fór at vera nógv øðrvísari nú enn tað nakrantíð hevði verið fyrr, júst tí at teir sosialu miðlarnir eru vorðnir so sterkir.

Tað vil siga, at teir donsku politikararnir fara at stýra sínum egna valstríði sjálvir, uttan nøkur harraboð frá stóru donsku sjónvarps- og útvarpsrásunum.

Til dømis var nevnt, at tá ið ein politikari fór á vitjan onkustaðni, ella tosaði við fólk á gøtuni, ja, so fór politikarin at senda beinleiðis frá hesum, til dømis á Facebook ella øðrum sosialum miðli.

Tann støðan sum sjónvørpini í Danmark høvdu undir seinasta vali, hon fór ikki at vera tann sama undir komandi fólkatingsvali, var sagt.

Og tað er ikki óhugsandi, at tað sama eisini verður galdandi í Føroyum, so vit sleppa undan somu atfinningunum aftur sum vóru at hoyra eftir seinasta val, at tað var Kringvarpið sum vann valið.

Tá slepst undan at hoyra skuldsetingar sum, at tað var Kringvarpið sum stýrdi valstríðnum og sum harvið vann valið.

Og eftir teim útsagnum sum vóru at hoyra í Pressuni frá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, so hevur hann ongan sum helst hug at broyta hesa fatan, at tað skal endurtaka seg - at Kringvarpið setur dagskránna og harvið vinnur valið.

Um ein føroyskur politikari manglar fordømi fyri einum nútímans valstríði og hvussu eitt val kann vinnast, so er at hyggja eftir seinasta forsetavalinum í USA, har núsitandi forsetin segðist at vinna valið við Twitter.

Sagt er ikki við hesum, at gerast skal á sama hátt, men dømið vísur, at tað er úti millum fólkið, at eitt val verður vunnið í dag.

Har sum veljarin er og har sum gjørligt er at samskifta við veljaran.

ólavur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo