Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

- Hyggjarin fekk kanska fatanina at bryggjan sum er gjørd til skipini hjá Varðanum, hevur ríkað bæði Tvøroyarar kommunu og reiðaríið, men myndin er ikki so einlitt.

Tað sigur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen eftir sendingina, sum var víst í KVF í kvøld.

- Síðani bryggjan var gjørd í 2012, eru 400.000 tons komin upp á land, og hevur tað givið Tvøroyrar kommunu 4 milliónir krónur tilsamans fyri øll árini.

- So skal eisini havast í huga, at tað kostaði 11 milliónir krónur at gera bryggjuna, er viðmerkingin hjá borgarstjóranum, tá ið VP spyr um hetta gullnámið sum KVF-sendingin, Stríðið um tilfreingið, fekk tað til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo