Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Politikkur

Svar upp á fyrispurning 82/2018 eftir Tingskipanini § 52a
 
Fyrispurningur frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um skattainntøkur og løguútreiðslur
 
1. Hvussu nógv hava borgarar og fyritøkur, búsett í hesum økjum:  Norðoyggjum, Eysturoynni, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Vágum, Sandoynni, Suðuroynni goldið íalt í skatti og avgjøldum til landskassan í krónum og í lutfalli av heildini (%) fyri árini 2016, 2017 og 2018?
 
2. Hvussu nógv hevur landskassin gjørt løgur fyri í somu økjum í krónum og í lutfalli av heildini (%) í árunum 2016, 2017 og 2018?

Til spurning 1

Talvan niðanfyri vísur, hvussu nógv persónar og fyritøkur í ymisku økjunum samanlagt hava rindað í inntøkuskatti til landskassan. Endalig uppgerð fyri 2018 er ikki tøk enn, so talan er um tøl fyri 2016 og 2017.  

Sí svar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo