Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur verið á arbeiðsferð í Brússel. Endamálið hevur verið at virka fyri áhugamálum Føroya, serliga við atliti til at taka upp og skunda undir viðgerð av teimum málum, ið Fíggjarmálaráðið varar av, við viðkomandi myndugleikar í ES. Bankauniónin, økt samstarv millum skattamyndugleikar í Europa, og komandi lóggáva innan talgilding í ES hava verið hægst á breddanum.

Á ferðini hitti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, aðalskrivaran hjá ES ráðnum, Jeppe Tranholm-Mikkelsen. Á fundinum greiddi Kristina frá áhugamálum Føroya við atliti til bankauniónina, fíggjarliga lóggávu, økt skattasamstarv millum skattamyndugleikar í Evropa og annað.

Kristina var á fundi við umboð fyri kabinettið hjá varaforseta Andrus Ansip, sum hevur ábyrgd av talgilding í ES. Á fundinum greiddi kabinettið frá arbeiðinum við at menna ein talgildan innara marknað, sokallaði “Digital Single Market”. Eisini varð umrøtt, hvussu komandi føroyski Talgildi Samleikin skjótast møguligt kann verða góðkendur at nýta í ES londum. Umrødd varð ein ítøkilig mannagongd og loysn, ið møguliga kann gera tað munandi lættari og skjótari fyri Føroyar at fáa komandi Talgilda Samleikan góðkendan.

Í Brússel hevur Kristina Háfoss eisini havt fundir við sendifólkini fyri Estland, Bretsku Kanal oyggjarnar, Liktinstein og Ísland. Øll hesi lond hava felags áhugamál við Føroyar. Nevnast kann, at Liktenstein er sjálvstøðugt land, ið ikki hevur ES limaskap. Umvegis limaskapin í EFTA er Liktinstein partur av EBS samstarvinum eins og Noreg og Ísland, og hevur soleiðis atgongd til innara marknðin í ES marknaðin. Liktinstein hevur 38.000 íbúgvar, og hevur eitt landaøki á 160 km2. Føroyar eru sostatt størri bæði í fólkatali og landafrøðiliga.

 “Tætt millumtjóða  samstarv hevur avgerandi týdning fyri føroyingar og Føroyar. Seinastu gølurnar innan skattaøkið í Evropa , samstarvið í ES um bankauniónina og alsamt meira talgilding í altjóða samfelagnum, eru bert nøkur dømi um øki, ið vit í Føroyum skulu brynja okkum til. Tað er tí neyðugt at fáa betri avtalur, og enn tættari samstarv - á javnbjóðis føti - við samstarvsfelagar okkara í Evropa”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo