Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Ì síni “krúnprinsaprædiku” segði bispur at kristindómurin hevur skapt okkara demokratiska, frælsa vælferðarsamfelag.

Hetta er ein áhugaverdur pástandur, sum reisir nógvar spurningar. 

Tað er ein sannroynd at tey sum gera mest um seg innan kristindómin – ella rópa harast - hoyra heima á politiska høgraveinginum – summi uttarlaga.

Tá hesi politiskt stríðast fyri at skapa ein minimalistiskan, (næstan) skattafrían stat, hvussu kunnu tey so hava skapt vælferðarsamfelagið, sum krevur júst tað øvuta?

Hvussu ber tað til at tann kristna samgongan lækkaði skattatrýstið, og fór síðani til ein av heimsins verðsligastu statum at krevja pengar fyri at uppihalda vælferðini?

Hvussu ber tað til at tey kristnu í USA meta skandinavisku vælferðarsamfeløgini at vera kommunistisk t.e. satanisk?

Hvussu ber tað til at størsta mótstøðan í USA ímóti at skapa eitt skandinavisktinspirera samfelag kemur frá teimum kristnu, sum – sambært bispi – hava skapt hesi samfeløg?

Hvussu ber tað til at høgravongurin í USA – har tey kristnu fjálgast og nálgast – er farin undir eina útspillingarherferð ímóti Danmark, sum er trygdin undir føroyska demokratiska, frælsa vælferðarsamfelagnum?

Og tá tað kemur til demokrati, tali- skrivi- og andsfrælsi, hvussu ber tað tá til at tær bjartastu stjørnurnar, sum lýsa á tí kristiliga himmalinum eita Trump og Putin?

Eg haldi at kristindómur eigur fleiri partabrøv í demokratiska, frælsa vælferðarsamfelagnum.

Men tá er ikki talan um tað slag av kristindómi vit uppliva í dag.

Tá kanningar verða gjørdar um hvar best er at liva, so vísir tað seg at tey londini, sum liggja ovast, samstundis eru tey mest verðsligu, tvs. tey minst religiøsu. 

Og hvør er trygdin undir tí føroysku vælferðini? Ikki kristindómurin, men tann verðsligi danski skattgjaldarin.

Og hvør hevur tað samfelagsligu umsorganarskyldini í Føroyum? Ikki tann kristni føroyingurin, men tann verðsligi danski skattgjaldarin.

Harafturat, so eru fleiri av teimum, sum siga seg umboða tey kristnu virðini, limir í felagsskapinum “Nei til samfelagsligu umsorganarskyldina”.

Kanska onkur teologiskur snillingur kann greiða hesa stóru fløkju. Tá teir megna at greiða fleiri túsundára gamlar fløkjur í Miðeystri, so átti hetta at verið tann reini “barnamætur” fyri teir.

Eitt afturat. Nú tey í USA, sum siga seg verja tey kristnu virðini,  eru farin undir eina útspillingarherferð ímóti Danmark - kalla Danmark skandinaviska Venezuela – hevur bispur – og aðrir kristnir leiðarar – so mótmælt hesum ágangið ímóti tí verkið sum kristindómurin – sambært bispi – hevur  skapt? 

Kristoffur D. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo