Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Vinna

Krúnborg hevur seinastu nógvu árini fingið sínar inntøkur frá at eiga partar í øðrum feløgum, og einamest er tað ognarluturin í skipasmiðjuni MEST sum sæst aftur í tølunum hjá Krúnborg.

- Virksemið hjá samtakinum var munandi størri í 2018 í mun til 2017. Nettosølan var kr. 124 mió. hægri enn undanfarna ár, bruttovinningurin var kr. 53 mió. hægri enn undanfarna ár, meðan ársúrslitið var tkr. 4.659 hægri. Høvuðsorsøkin til økingina í virkseminum stavar frá øktum virksemi í MEST-samtakinum, millum annað í sambandi við bygging av nýggjum havrannsóknarskipi til Føroya Landstýri, greiðir leiðslan frá.

Í miðal høvdu 420 fólk sína dagligu gongd hjá samtakinum av feløgum undir Krúnborg merkinum. Tey fingu tilsamans 164 mió kr í lønum og samsýningum av ymsum slagi.

Krúnborg hevur onga rentuberandi skuld, fíggjarstøðan javnvigar við 125 mió kr og eginognin er slakar 76 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo