Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Tiltøk

Hevur tú áhuga fyri tekniskum loysnum, KT og nýggjum vinnumøguleikum? So er tiltakið ‘Vinnan hittist’, sum Íverksetarahúsið skipar fyri hóskvøldið 29. okt. kl. 19:00, júst fyri teg.

‘Vinnan hittist’ er eitt nýtt afturvendandi tiltak, sum Íverksetarahúsið fer at skipa fyri frameftir.

Endamálið er, at samla ymisku vinnugreinarnar til eitt hugnaligt netverkskvøld við íblástri og sparring millum vinnulívsfólk og íverksetarar, ið starvast innan sama øki.

Fyrsta tiltakið í røðini verður hóskvøldið 29. okt. kl 19:00 og er ætlað øllum sum arbeiða við og hava áhuga fyri KT vinnuni í Føroyum.

Kvøldið er skipað við stuttum framløgum frá vinnuni og íverksetum.

Hoyrið m.a um tvær spennandi KT verkætlanir hjá nýggju íverksetarafyritøkuni Beak, um eina nýggja verkætlan sum fyritøkan

Tökni mennir í løtuni, føroysk telduspøl sum eru á veg út á marknaðin, eina áhugaverda verkætlan hjá Bakkafrost og fleiri aðrar spennandi verkætlanir.

So hevur tú áhuga fyri tekniskum loysnum, KT og nýggjum vinnumøguleikum, melda til á is@is.fo. Avmarkað pláss.

Tiltakið verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo