Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

David Rodriguez hugsar nógv um matoyðsl, og tí hevur hann skrivað kandidatverkætlan um hetta sama. Í kvøld týskvøldið 10. januar kl. 17 fer hann at greiða frá matoyðsli í Tórshavnar kommunu. Tiltakið verður í Perluni og kallast Diskosuppa. Tórshavnar kommuna hevur stuðlað verkætlanini fíggjarliga, og hon hevur til endamáls at fáa tøl til vega fyri, hvussu nógv lívrunnið burturkast føroysk húsarhald tveita burtur. Somuleiðis leggur verkætlanin dent á orsøkirnar, hví matur endar sum burturkast.

Slowfood Føroyar skipar fyri tiltakinum Diskosuppa, sum varpar ljós á matoyðsl.

Á, Miklagarður, Mylnan og PH Heilsøla stuðla við avlopsgrønmeti og frukt til suppuna í ovurstóru grýtuni.

Skiparin og kokkurin Birgir Enni syrgir fyri at suppan fær rætta smakkin.
Annað áhugavert verður eisini á skránni - tónleikur við Honeypie og fyrilestrar við Olgu Biskupstø um Slowfood Føroyar og David Rodriguez um verkætlanina matoyðsl.

Tiltakið er í Perluni í kvøld kl. 17.00-20.00

Sí meira um tiltakið her: https://www.reinsariid.fo/perlan/disko-suppa-perluni/

Tiltakið og máltíðin er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo