Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Granskingarráðið skipar í dag fyri kunningarfundi um granskingaretikk og -reglur og um góðan granskingarsið. Fundurin verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 29. november kl. 14.00.

Á fundinum fara umboð fyri Granskingarráðið at hava framløgu um almennar granskingaretiskar leiðreglur og um ítøkiligu krøvini til lýsing av etiskum viðurskiftum í umsóknum um stuðul.

Umboð fyri Vísindasiðsemisnevndina og Dátueftirlitið koma at greiða frá, í hvørjum førum tey skulu kunnast/hava umsókn, hvørji krøv eru, hvat skal til fyri at fáa loyvi og nær í tilgongdini tað er skilabest at søkja.

Granskingarnevndin hevur samtykt at seta krøv um ítøkiliga lýsing av etiskum viðurskiftum í øllum umsóknum um stuðul til gransking. Tað er í hesum sambandi at skipað verður fyri fundinum. Fundurin vendir sær serliga til granskarar og granskingarstovnsleiðslur, men er almennur og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo