Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Góðu borgarar í Sørvágs kommunu

Sitandi bygdaráð fer nú undir sítt síðsta ár í hesum bygdaráðsskeiði. Sum ofta áður sagt, so byggir eitthvørt stýri á herðarnar og undanfarnum, so tey, sum sita í ár, gera fíggjarætlan fyri tey, sum koma at sita í bygdaráðnum frá 2017. Um nýggja bygdaráðið tekur undir við teimum raðfestingum, má so tíðin vísa.

Sitandi bygdaráð brúkti størsta partin av játtanini í 2013 til skúlan. Í kunningarskrivinum í 2014 skrivaðu vit, at nú varð  tað arbeiðið, sum byrjaði í 2008 við Gamla skúla, síðani sjóvarhita og dagføringin endaliga lokin.

Samstundis varð víst á, at tann skúlin vit kalla nýggja skúla, er ikki so nýggjur, sum vit gera hann til. Hann var tikin í brúk á heysti 1989, og er sostatt farin um tey fyrstu kvart hundrað.

Í tíðindaskrivinum í fjør søgdu vit, at tað neyvan fór at verða pláss fyri teimum stóru íløgunum, meðan umbyggingin av Sýnini fór fram, samstundis sum ætlanin var at minka um skuldina.

Gongdin í samfelagnum hevur við lækkandi rentum og hækkandi inntøkum gjørt, at størri íløgur eru gjørdar, sjálvt um skuldin er lækkað munandi.

Les kunningarskriv her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo