Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í eini KvF-klummu hjá VP verður tíðindaflutningurin hjá KvF í samband við fiskivinnuuppskotið lagdur undir at vera manipulerandi. Hetta er ikki rætt.

Í greinini “KvF-klumman: Hvat sigur Ivan?” eru fleiri ákærir móti tíðindaflutninginum um fiskivinnuuppskotið í Degi og Viku týskvøldið. Próvførslurnar fyri ákærunum eru tó heldur margháttligar.

Eitt nú vísti ein tíðindajournalistur sítt tilknýtið til Tjóðveldi við at gera eina samrøðu við ein sambandsmann!

Eg kann upplýsa, at allir journalistar í KvF, – eisini teir, sum áður hava havt tilknýti til ymsar politiskar flokkar, - arbeiða undir eftirliti av redaktørum.

Omanfyri redaktørarnar er tíðindaleiðarin, sum skal tryggja, at tíðindaflutningurin er politiskt óheftur og gjøgnumskygdur.

Dulnevndi klummuskrivarin í VP hevur eisini ilt av nøkrum tølum, sum komu fram í innslagnum týskvøldið.

Hetta eru tøl, sum ein óheftur búskaparfrøðingur við innliti í vinnuna hevur gjørt. KvF hevur eftirkannað tølini hjá øðrum búskaparafrøðingum, sum vátta tey.

Allir partar sleppa til orðanna
Eitt triðja uppáhald í klummuni hjá VP var, at ein búskaparfrøðingur í innslagnum slapp at finnast at fiskivinnuuppskotinum uttan mótspæl.

Hetta er ikki heilt rætt.

Løgmaður var í sjónvarpsstovuni hetta kvøldið og svaraði atfinningum frá løgfrøðingum, búskaparfrøðinginum og fyrrverandi sambandstingmanninum.

KvF heldur fram við at bjóða inn til sakligt kjak um fiskivinnuuppskotið.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var í bæði útvarpinum og sjónvarpinum í gjár og svaraði atfinningum frá eitt nú Búskaparráðnum.   

Tað er eyðsæð fyri øll, at tað leikar hart á, nú nýggja fiskivinnuuppskotið verður lagt fram.

Óivað verður kjakið enn hvassari, nú tingið í næstum fer at viðgera uppskotið.

Tí er tað umráðandi, at miðlarnir tryggja ein opinleika um hesi viðurskifti, soleiðis, at øll sjónarmið sleppa framat.

Tað tænir ikki nøkrum opnum kjaki at skíra ein búskaparfrøðing at vera “milliardfrøðing hjá KvF.”

Maðurin er útbúgvingarleiðari á Lærda Háskúlanum í Føroyum og hevur Phd útbúgving frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Annars síggi eg fram til fleiri konstruktivar viðmerkingar í KvF klummuni hjá VP.

Ivan Hentze Niclasen,
stjóri, KvF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo