Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: Seinni í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í eldin aftur, tá fyrst Wales, og síðani Hvítarussland eru á skránni. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2021. Dysturin móti Wales verður á Tórsvølli hósdagin 29. august klokkan 17:00, og týsdagin 3. september spæla okkara kvinnur á útivølli móti Hvítarusslandi.

Fyri viku síðani úttók John Petersen, landsliðsvenjari, hópin til komandi dystir, og millum teirra, ið tá fingu landsliðsboð, var Rebekka Eschen Danielsen. Men Rebekka flutti fyri stuttari tíð síðani til USA at ganga í skúla, og hevur tí boðað landsliðsvenjarinum frá, at hon ikki er tøk til dystirnar móti Wales og Hvítarusslandi.

Í staðin hevur John Petersen sent boð eftir Duritu Hummeland úr KÍ. Durita, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í EB/Streymi, er ikki heilt ókend í landsliðshøpi, og er millum annað skrásett fyri fimm A-landsdystir fyri Føroyar.

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Durita Hummeland, KÍ
Rakul V. Magnussen, EBS/Skála
Katrina Akursmørk, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy S. Jakobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)
Sara S. Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Heidi Sevdal, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
Rebekka F. Benbakoura, HB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo