Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

- Tað standa nakrar stórar avbjóðingar fyri framman í hesum nýggja árinum, men tað gleða vit okkum sjálvandi til, sigur Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, sum komandi leygardag hevur boðsent 30 kvinnum til tvær landsliðsvenjingar á Tórsvølli.

Komandi leygardag verður ársins fyrsta landsliðssamling hjá kvinnunum, tá 30 spælarar hava fingið boð at møta til tvær venjingar á Tórsvølli. Í fyrsta umfari skal føroyska kvinnulandsliðið fyrireika seg til eitt innleiðandi umfar, fyri at spæla seg víðari til sjálva HM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

Innleiðandi umfarið, ið verður spælt frá 6. til 11. apríl, verður skipað sum mini-kappingar við fýra londum í fýra bólkum. Tað eru 16 tey lægst styrkismettu londini í UEFA, sum luttaka, og síðani verða tað bólkavinnarin og besti 2'arin, ið spæla seg víðari til sjálva HM-undankappingina.

Tey 16 londini, sum luttaka í mini-kappingunum, eru Turkaland, Ísrael, Grikkaland, Kasakstan, Estland, Albania, Føroyar, Moldova, Malta, Montenegro, Georgia, Litava, Lettland, Luksemborg, Andorra og Kosovo.

- Hesaferð er talan um væl sterkari lond, enn vit plaga at møta til hesar mini-kappingar. Tí er altavgerandi, at vit eru so væl fyrireikaði sum tilber tá vit nærkast apríl mánaða, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tann 29. januar verður lutakast um, hvørjum føroyska kvinnulandsliðið skal spæla ímóti, og hvar mini-kappingin verður spæld.

Tær 30, ið hava fingið boð til landsliðsvenjing leygardagin 7. januar, eru hesar:

Jóna Nicolajsen, B36

Súsanna M. Hansen, B36

Ásla Johannesen, B36

Elisabet Vang, B36

Sarita Maria Mittfoss, B36

Hjørdis Nesá, B68

Birita Nielsen, B68

Hansina Ronaldsdóttir, B68

Anna S. Hansen, EB/ST/Skála

Birna Tummasardóttir, EB/ST/Skála

Ansy Sevdal, EB/ST/Skála

Sigrun K. Kristiansen, EB/ST/Skála

Lív Arge, HB

Milja R. Simonsen, HB

Jónvá Hentze, HB

Heidi Sevdal, HB

Ása á Reynatúgvu, HB

Lea Hansen, HB

Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur

Marta Thomsen, ÍF/Víkingur

Dania S. A. Olsen, ÍF/Víkingur

Ása K. Thomsen, KÍ

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Maria K. Thomsen, KÍ

Gudný Johannessen, KÍ

Hervør Olsen, KÍ

Tóra Mohr, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Tórunn Joensen, KÍ

Sigrid A. Jacobsen, KÍ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo