Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Skúli

Miðnám á Kambsdali: Týskvøldið 13. novembur kl. 19 verður árliga heystkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali. Høvi verður at síggja skúlan og at kunna seg um tað, ið fer fram á skúlanum.

Næmingar á skúlanum fara at framføra tónleik, vísa filmar, greiða frá námsferðum, hava hoyrispøl, lesa upp stuttsøgur og yrkingar.

Eisini fara næmingar í lívfrøði at greiða frá planktonkanningum, sum tey hava gjørt á Skálafjørðinum.

Sum nakað nýtt fer skúlin at hugleiða um noðurlendska samstarvið sum skúlin er blivin partur av. Ein serstøk norðatlantisk breyt byrjar komandi summar. Næmingarnir á hesi breyt ganga fyrsta árið í skúla í Danmark, annað árið í Føroyum og Íslandi og triðja árið í Grønlandi. Somuleiðis verður greitt frá øðrum samstørvum

Kvøldsetan er eitt gott høvi hjá teimum, sum umhugsa at fara undir eina miðnámsútbúgving at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá familju og vinfólki hjá næmingum á skúlanum at uppliva skúlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo