Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Mikukvøldið 23. januar er aftur kvøldseta á skránni í Skjólinum við spennandi evni:

Tá menniskju av eini ella aðrari orsøk enda úti í misnýtslu, ávirkar hetta nógv fólk rundanum. Talan kann vera um rættuliga nógv ymisk fólk, ið so ella so verða ávirkað av, at ein persónur hevur tað svárt.

Hvat er tað sum hesi menniskju rundan um fara ígjøgnum?

Hvussu svárt hava tey tað og hvussu ávirkar hetta teirra lív? Hvat stríðast avvarandi, hjá fólki við misnýtslu, við?

Hevur hetta beinleiðis avleiðingar fyri teirra egna lív?

Skommin, í einum heimi har misnýtsla býr inni, kann vera stór og hava fastatøkur á øllum í heiminum.

Hvussu langt fara avvarandi fyri at fjala, fjálga um, ella rættvísgera støðuna?

Hvussu er okkara samfelag á hesum økinum har øll kenna øll, og har vit liva so sera tætt uppat hvør øðrum?

Tora vit at spyrja inn til støður, har tað er oftani er eygsæð, at menniskju stríðast?

Er tað loyvi at blanda seg?

Til at tosa og hugleiða um hetta fáa vit vitjan av tveimum sera spennandi monnum:

Leivur á Lakjuni, ið er sálarviðgeri Blákrossheiminum, og sum nógvar royndir við at arbeiða við misnýtarum og avvarandi teirra.

Hin er Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, ið er uppvaksin í eini avhaldsfamilju, og hevur aldrin havt fólk við alkoholtrupulleikum heilt inni at kroppinum, men er kortini - sum tey flestu - avvarandi hjá fólki, sum hóast tey ongar trupulleikar hava av alkoholi, hava stórar trupulleikar av misnýtarum. 

Sjúrður kemur m.a. at spyrja: Kunnu avvarandi og myndugleikar - í eini vælmeinandi roynd at bjarga alkoholikaranum upp á turt – í veruleikanum hjálpa honum at drekka víðari, og gera seg sjálv til co-alkoholikarar? Áttu fólk viðhvørt skjótari at valt alkoholikaran frá, eins og hann átti at valt alkoholið frá?

Jens Marni Hansen kemur at vitja Skjólið fyri fyrstu ferð. Hann eigur onkran góðan sang til høvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo