Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Tekstlýsingar

Til skúlaárið 2019/20 verður søkt eftir:

•    2 lærarar í fast starv frá 1. august 2019 at rokna

•    2 lærarum í tíðaravmarkað starv. Eitt av størvunum er í eindini í Dímun sum útoyggjalærari.

Tímatalið á einum av tíðaravmarkaðu størvunum verður endaliga ásett 1. september 2019.

Lýsing av skúlanum
Vestmanna skúli fevnir um bygningin á Kongsteigum, ið húsar 1.-7. flokki, meðan 8.-10. flokkur gongur í bygninginum Frammibø við ítróttarhøllina. Harumframt er Skúlin í Dímun knýttur at Vestmanna skúla.

Førleikakrøv
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í mið- og hádeild í ítrótti, svimjing hjá gentum og dreingjum, náttúru og tøkni, samfelagsfrøði, landalæru, føroyskum, enskum, donskum, týskum, søgu, lívfrøði og alis og evnafrøði.

Søkt verður eftir lærarum, sum:
•    undir ábyrgd leiðslunnar taka ábyrgd í dagliga virksemi skúlans
•    eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingum
•    duga at samstarva
•    áhaldandi ynskja at menna seg sjálvan og skúlan
•    kunnu taka flokslæraraleiklutin á seg

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Vestmanna skúli. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-29.2.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. juni kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marina Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á tlf. 470100 & 230100, ella á t-post: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Virðisgrundarlag skúlans
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo