Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Vinnuhúsið: Í 2012 varð skattingin av pensjónssamansparing broytt, soleiðis at pensjónssamansparing nú verður skattað við inngjald, ístaðin fyri við útgjald.

Tað hevur tí verið ein munandi vøkstur í pensjónsskattainntøkunum hesi árini, síðan skattingin av pensjónssamansparingini varð broytt, men land og kommunur hava brúkt allar hesar meirinntøkur, ístaðin fyri at polstra almennu kassarnar til framtíðina,

Sí talvuna niðanfyri.
 
Talvan niðanfyri vísir, at land og kommunur samanlagt hava hall, um skattingin av pensjónsinngjøldunum verður drigin frá.

Hetta er veruleikin í allarbestu tíðum, sum eru søguliga góðar fyri føroyska búskapin.

Kristina Háfoss, sum nú er fíggjarráðkvinna, lovaði upp til seinasta val, at forskattingin av pesnjónunum skuldi skrúvast aftur, varð hon vald, men tað er so ikki hent enn, og orsøkin sæst helst niðanfyri.

Les búskaparfráðgreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo