Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

Havstovan: Ein av høvuðsuppgávunum hjá Havstovuni er at savna vitan um tað livandi tilfeingið og umhvørvið í føroyskum sjóøki og at seta vitanina saman í eina heild.

Á ráðstevnuni Gransking í Føroyum fingu fólk frá Havstovuni høvi at greiða frá einum parti av granskingini á stovninum.

* Sólvá Jacobsen tók samanum gransking á Landgrunninum, síðan Havstovan varð sett á stovn.

* Ian Salter greiddi frá verkætlan síni um at nýta ílegur í sjónum til at kanna vistfrøði í føroyskum sjógvi.

* Inga Kristiansen legði fram um vistfrøði á opnum havi og møgulig sambond millum umhvørvi, reyðæti og norðhavssild.

Omanfyri eru leinki til hvørja framløgu.

Ráðstevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum tann 16. november, og var tað Fróðskaparfelag Føroya, í samstarvi við granskingarstovnar í Føroyum, sum skipaði fyri.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo