Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Stórabretlandi spæla í vikuskiftinum tveir landsdystir í Badmintonhøllini í Klaksvík. Dystirnir vera leygardagin 28. og sunnudagin 29. novembur 2015, báðar dagarnar kl. 16.00.

Hetta er fyrstu fer at føroysku kvinnurnar eru saman aftur síðani EM undankappingardystirnar í Bulgaria í summar. HSF arbeiðir miðvíst við at tryggja framhaldni í landsliðsarbeiðinum, og dystirnir móti Stórabretlandi eru liðir í tí arbeiðinum. Samstundis er hetta fyrireiking til næstu stóru undankappingina, sum føroysku kvinnurnar skulu til.

Leikararnir hjá Stórabretlandi koma ymsastaðni frá í Evropa. Tveir spæla í Noregi, ein í Týsklandi og ein í Sveits. Hinar spæla í Onglandi.

Formaðurin fyri Bretska hondbóltssambandinum Paul Bray sigur: “Hetta er ein evnaríkur bólkur, sum fer til Føroya. Ein samanrenning av royndum leikarum, sum hava spælt í teimum stóru kappingunum HM, EM og OL, og so leikarum, sum eru ávegis fram.”

Landsliðsvenjararnir, Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin hava úttikið hesar leikararnar til dystirnar:

Fríða Petersen, Neistin
Ása Dam á Neystabø, Neistin
Eir Martinsdóttir Berg, Neistin
Birita Jacobsen, Neistin
Brynja Høj, Neistin
Anna Armgarðardóttir Brimnes, Kyndil
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Agnas Olsen, VÍF
Liljan Djurhuus, VÍF
Marianna Holm Jacobsen, VÍF
Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, VB
Bára Berthelsen, StÍF
Fríðrún Danielsen, StÍF
Rebekka Justinussen, StÍF
Ruth Mohr Heen, CIK Amager

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo