Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Tiltøk

Í dag, leygardagin 7. mai, hevur Blái Krossur Føroya landsinnsavnan. Høvi er hjá fólki at stuðla tveimum verkætlanum, eini føroyskari og eini útlendskari.

Føroyska verkætlanin eitur ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Við hesi verkætlan vil Blái Krossur bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar. Tveir bólkaleiðarar taka sær av hesi uppgávuni.

Útlendska verkætlanin eitur ”Hjálp til børn og ung í Grønlandi”. Hetta er verkætlan í samstarvi við grønlendska og danska Bláa Kross. Ein barna- og ungdómsráðgevi er settur í starv, sum ferðast runt í Grønlandi at menna tað sjálvbodna arbeiði at hjálpa og gera mun hjá  børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum, har foreldrini hava rústrupulleikar. Millum annað er ymiskt virksemi, túrar og legur á skránni.

Umleið 400 sjálvbodnir bússuberarar hjá Bláa Krossi fara at ganga við bússum kring alt landið í dag. Enn mangla nakrir bússuberarar, serliga í høvuðsstaðnum, og um onkur vil hjálpa at ganga við bússu, so eru tey vælkomin at siga frá á tel 770707 ella á blakross(at)blakross.fo.

Blái Krossur takkar hjartaliga fyri alla hjálp og annan stuðul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo