Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Politikkur

Landsroknskapurin fyri 2018 er nú latin Løgtinginum. Sambært løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. skal landsstýrið, innan mai mánaður er liðugur, leggja fyri Løgtingið tann samlaða landsroknskapin fyri undanfarna fíggjarár.

Landsroknskapurin er eitt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur landskassans í árinum og gevur eina heildarmynd av fíggjarstøðuni hjá landinum. Landsroknskapurin fyri 2018 vísir eitt avlop á 272 mió. kr. Samanborið við endaligu játtanirnar, ið vísa eitt avlop á 295 mió. kr., er talan um eitt frávik á 23 mió.kr.

Størsta frávikið í mun til samtyktu fíggjarlógina fyri 2018 var játtanin til Glasir, ið gjørdist 60 mió. kr. størri enn væntað. Eisini var eitt størri frávik í samband við FAS-skipanina.

Inntøkurnar gjørdust hinvegin nakað hægri enn mett í fíggjarlógini, serstakliga inntøkurnar frá landsskatti og vinningsbýtiskatti.

Til samanberingar vísti roknskapurin fyri 2017 eitt avlop á 563 mió. kr. Úrslitið í 2018 er sostatt 291 mió.kr. lægri enn í 2017.

Høvuðsorsøkirnar til hetta eru:

• 139 mió. kr. meira varð brúkt til íløgur í 2018 í mun til 2017

• 86 mió. kr. minni í vinningsbýti frá BankNordik í 2018 í mun til 2017

• 56 mió. kr. á muni í inntøkujáttanini til FAS vegna tíðaravmarkingar orsakað av rættarmáli

Í stýrisskipanarlógini er ásett, at Løgtingið skal velja nakrar tinglimir til grannskoðarar, og at hesir skulu fara ígjøgnum árliga landskassasroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.

Landskassaroknskapurin við viðmerkingum grannskoðaranna verður síðan lagdur fyri løgtingið til samtyktar í heyst.

Landsroknskapurin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo