Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Eg siti og fylgi við, nú landsstýrismannaábyrgd/ misálit skal staðfestast viðvíkjandi meirnýtslu av 21 milliónum á Glasum.

Einum kann so ikki roknast við. Tað er at misálitið fellur. Hettar byggi eg á hettar treytaleysa nærlagni, klokkukláru mannagongdirnar og rættstundis skilvísi, ið hendan samgonga lovaði undir valinum og tíanverri hevur praktiserað higartil.

Misálit hava verið reist áður, og úrslitið er tíanverri afturvendandi.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var eisini hvítaskaður av kanningarstjóra, við tí argumentatión at hann ikki dugdi at lesa teldupostar frá Vørn, ella at hann ikki kundi samantvinna skrivaða orðið við týdning.

Hettar í einum málið ið hann var serdeilis væl inn i, sum hann hevði biðið um kunning um, og sum hann hartaði undanfarna landsstýrismann í fiskivinnumálum fyri.

Ein flokksmaður sama landsstýrismann, hevur havt nógvar hvassar atfinningar mótvegis andstøðu og øðrum høgravendum og borgarligum, tó at hann ikki so frætt hevur hildið ferðslulógina sjálvur. Og uttan at hava rygg til at leggja frá sær.

Eg rokni við at svarið verður eins og altíð. Tala verður um at taka fulla ábyrgd, og tó skal alt halda á sum vant. Also er talan um ábyrgd bert tala um ábyrgd.

Annars vil eg líka siga frá, eftir langa umhugsunartíð og uppaftur longri tíð at lata vita av hesum, at eg ikki stilli upp aftur fyri Miðflokkin.

Grundin er fiskivinnunýskipanin og flóttafólkaspurningurin.

Men eg ynski teimum allan góðan byrð framyvir, og eg virði teir fyri stríðið teir berjast fyri tey veikastu í samfelagnum.

Eg veit at tað er óvanligt at fara frá einum flokki áðrenn val. Vanligt er at man stillar upp, fær atkvøðurnar, og síðani fer úr einum ávísum flokki. Dømi eru óneyðug.

Men eg bróti upp úr nýggjum, og fari úr flokkinum áðrenn val.

Politiskt áhugaður
Vilhelm Hendrik í Skálanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo