Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Krutl

Fyri tíggju árum síðani hvarv 25 ára gamli Larry Ely Murillo-Moncada. Nú er líkið funnið aftanfyri ein frystara í handlinum, sum hann arbeiddi í, skrivar norska TV 2.

Í januar funnu hondverkarar í býnum Council Bluffs í Iowa, USA, eitt lík tá ið teir skuldu flyta frystarar, hillar og annað inventar í einum supermarknaði sum hevði verið stongdur í trý ár.

Líkið, sum var funnið millum vegg og frystara vísti seg eftir DNA-royndir at vera Larry Ely Murillo-Moncada, sum fyri tíggju árum síðani hvar úr heiminum hjá foreldrunum.

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar í dag, millum annað CNN, New York Post og lokalavísin The Des Moines Register.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo