Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Politikkur

Tað er undarligt, at hyggja oman á keiina og síggja bátarnar ligga fyri teymi.

Eg haldi meg minnast, at hetta sama hendi umleið 2004, at dagarnir vóru uppi, men tað kom skjótt aftur í lag.

Tað er eingin meining í, at hesir bátar, í bólki 5, skulu straffast.

Latið henda bólkin fiska frítt, tí hesir hava so stórar avmarkingar.

Vetrarhálvuna eru hesir sera lítið í drift.

Harður streymur er eitt, sum natúrliga avmarkar, og veðrið sum heild.

Fái tingið saman sum skjótast og áseti hesum bólki dagar.

Síðan lóggeva soleiðis, at hesin bólkur fiskar frítt.

Hetta málið um, at lata útróðrarbátar fiska frítt, hevur verið so nógv frammi í tinginum, tí haldi eg, at hetta er eitt mál, sum fer ígjøgnum sum einki, um fólk hava meint tað, tey hava sagt.

Gerhard Lognberg
valevni
Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo