Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

At standa á brimfjøl ella 'surfa' er ikki vandaleyst sum henda myndin vísir.

Ein pápi tók myndina av 10 ára gamla soninum í býnum Port Stevens á avstralsku eysturstrondini fyrr í vikuni. Myndin er nú víst í miðlum kring allan heimin.

- Tað var ikki fyrr enn eg hugdi at myndini at eg sá hávin. Tá skundaði eg mær at bríksla og rópa á sonin, at fáa hann í land, hevur pápin greitt frá.

Viðmerkingin hjá dronginum var, at hann var bara glaður fyri, at hann ikki sá hávin, fyrr enn hann var komin í land. Dagin eftir var hann tó úti í aftur.

Fleiri fólk í Avstralia eru deyð árliga seinastu árini, tí tey eru bitin av hávum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo