Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Skúli

Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, ið hon sum gestarøðari helt í hómorgunin kl. 10.00 í Sjónámi til próvhandan hjá næmingum í skipsatstøðaraflokkinum.

Leið meg einaferð enn út á dekkið...

Soleiðis ljóðar fyrsta regla í kenda sanginum eftir Harry Birtilíð, skrivað til amerikanskt fólkalag, og yrkingin snýr seg um hendan mannin, sum kennir seg heima umborð, sum kallar havið stórt og brúsandi, og millum reglurnar er ein alskur til hetta at vera á skipsdekki, at verða førdur suður og norð á havsins víddum og kenslan av at hava ábyrgd, standa á deksvakt.

Tað fyrsta uppritið – ella millum tey fyrstu – tá eg fyri umleið fýra mánaðum síðani settist í landsstýrissessin í útbúgvingar- og granskingarmálum, snúði seg um “Dekkaraútbúgvingina”. Tað sum formelt og sambært kunngerð eitur Skipsatstøðari.

---

Útbúgving er eitt orð, sum fær mítt hjarta at banka, og mínar tankar at sveima víða, tí útbúgving ger nakað heilt serligt fyri menniskju, er satt at siga ein hin fremsti faktorurin fyri framtøku hins einstaka. Dagurin í dag er merkisdagur tykkara, sum skulu hava prógv, men eisini merkisdagur skúlans, tí tá prógv verða handað, hátíðarhalda vit kjanurvirksemi útbúgvingarstovnsins og rokkin mál – bæði stovnsins, men sanniliga eisini tey mál, einstaklingar hava rokkið, ta vitan og teir førleikar, sum tað hevur eydnast at bera víðari. Enn einaferð er ein hópur leiddur út á dekkið.

Og eg kann av fullum huga siga, at dekkaraútbúgvingin hevur sett seg djúpt í mína tilvitsku, síðani eg las uppritið og fór at tosa við fólk í vinnuni, við míni embætisfólk eins og onnur um hana. Vitjanin her á Sjónámi, hin 29.mai, var eisini ein kveikjandi uppliving, sum gav høvi at dvølja við, hvat fyri møguleikar vit hava í Føroyum at menna enn fleiri útbúgvingar- og skeiðstilboð, sum eru beinleiðis knýtt at havinum. Eitt útbúgvingarøki, sum er okkara styrki, tí havið, øll sjóvinna, er í okkara DNA, sum tjóð. Menn, kvinnur, ung sum eldri eru í samtilveru við havið vinnuliga, viðvíkjandi frítíð ella viðvíkjandi søguni hjá familju teirra. Mong hava ein sjómann í familjuni, ein langabba sum fórst við slupp undir 2. veraldarbardaga, og eg kundi nevnt mong onnur dømi.

Tað sæst í okkara bókmentum, í okkara útbúgvingartilboðum, í okkara sangskatti, í okkara eykennum sum arbeiðsmegi, tá vit fara uttanlands. Skipalistin er næstan sum ein katekismus hjá rættiliga stórum parti av fólkinum, og øll duga til dømis “Í góðum veðri hann dyrgdi” uttanat.

Tað var tí natúrligt, at eitt av flaggtiltøkunum, nú Merkið fylti 100 ár, var at sigla við okkara fagra træseglskipaflota til Danmarkar, til staðið, har Merkið var sniðgivið og víst fram og nýtt á fyrsta sinni. Tað gjørdist greitt, tá skipini, harímillum stoltleiki Klaksvíkar, Dragin við Hans Eli Hansen, løgdu frá landi í Havn og løgdu at á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, at vit hava eitt sterkt havsins diplomati, at sjómasskapur okkara er ein talandi umboðan, sum boðar frá meira enn orð kunnu siga.

Ja, okkara tilvera er óloysiliga knýtt at havinum – bara í morgun, meðan eg sat í Gøtu og legði seinastu hond á røðuna, fekk eg boð um, at skipið, sum 16 ára gamli sonurin siglir við sum dekkari, var komið inn. Og í tíðindunum kl. hálvgum átta, hevði KVF ein stubba um, at Føroyar varðveita sín sess á hvíta listanum hjá europeiska felagsskapinum fyri sjóvinnufyrisitingar Paris MoU, ein listi yvir fair-play tjóðir innan sjóvinnu. Hetta eiga vit at seta okkara æru í – og eg veit, at tit her á staðnum, bæði leiðsla, lærarar, starvsfólk og næmingar, hava æruna sum mið, sum Rasmus Effersøe málber seg í fólkakæru yrkingini, “Eg minnist úr gomlum søgum”.

Hetta gera vit best við at halda okkum dagførd í mun til krøv – eisini tey altjóða, við at fylgja væl við okkara sjóvinnuútbúgvingum og sjógætisútbúgvingum, við at betra tær, við støðugt at betra um møguleikarnar at útbúgva seg víðari – at okkara trappuskipan innan útbúgving altíð gevur fleiri ymiskar møguleikar at ganga víðari, tá komið er upp á ein platt, eins og hvør plattur skal kunna vera eitt heilt vinnubært útbúgvingarstig. Og tað var lutvíst hetta, sum uppritið á mínum skiviborði í februar snúði seg um. Hvussu kunnu vit gera enn meira fyri Dekkaraútbúgvingina, sum er gagnligt fyri bæði tann lesandi og fyri vinnuna?

Tílíkir spurningar eiga altíð at fylla nógv, tá um útbúgvingarskipanir og útbúgvingarpolitikk ræður. Hvussu er støðan fyri tann einstaka, hvussu er støðan fyri fyritøkurnar og hvussu er støðan fyri samlaðu samfelagsmyndina? Allir tættirnir eru líka týdningarmiklir og hanga saman.

Seinnu árini hevur ljóðað ymsastaðni, at vit í Føroyum væl kundu spent okkum meira fyri at seta útbúgvingar á stovn, sum stuðla okkara høvuðsvinnum. At fáa nýggjar útbúgvingar, sum eyðsýniliga mangla í dag, at geva ungum fleiri valmøguleikar innan vinnuútbúgvingar, tá tey fyrstu ferð skulu velja síni stig fram ímóti arbeiðslívinum. Hesum taki eg fult undir við, og vit eiga at styrkja samrøðuna um hetta mál munandi – samrøðuna millum vinnuna, útbúgvingarstovnarnar og politisku skipanina. Eisini kunnu vit læra okkurt av, hvussu aðrar fiskivinnutjóðir hava skipað sína útbúgvingarskipan. Vit hava sanniliga nógv at læra onnur, men onkran íblástur kunnu vit fáa uttanifrá.

Tá tað er sagt, so veit eg, at júst í Klaksvík er vælvirkandi sjóvinnubreyt fyri 10. floksnæmingar. Og eg veit, at Sjónám ynskir fegin at víðka sítt góða virksemi. Føroyar eiga at vera ein hin besti maritimi tænastudepilin í Norðuratlantshavi, og í hesum sambandi eru førleikar, útbúgvingar og “pappír” sera týdningarmikil!

---

Góðu tit, sum í dag fáa prógv sum skipsatstøðarar, dekkarar, tit hava lært bæði teori og praksis í góðari samanseting, og tað er ein sera góður útbúgvingarháttur at kunna lesa seg til sumt og læra seg sumt við at gera tað. Tí í heiminum í dag finst nógvur fróðskapur, men ikki minni ein hópur av vitan og førleikum, sum einans kann lærast ígjøgnum hendur, eygu og nærveru, ein sokallað “tacit” vitan, ein handborin vitan. Hetta slagið av vitan eykennir tað arbeiðsøkið, tit hava traðkað inn í.

Tá eg lesi kunngerðina fyri tykkara útbúgving, so eru tað lyklaorð sum arbeiði, trygd, skip, dekk, maskinrúm, dygd, tilvit, vakt, sum festa seg. Kunngerðin málar eina rættililiga livandi mynd fyri mær av virksemi og breiðari vitan og ábyrgd. Síggi fyri mær rokanina við amboðum, maskinum og fiski. Merki næstan sjóroykin í nasagluggunum og fái ein feril av sjóverki. Men samstundis kemur kenslan av virðing, tí eg hugsi um, hvussu krevjandi uppgávurnar mangan eru, tí umstøðurnar eru so skiftandi – ikki minst av veðurvánum. Tit bera jú stóra ábyrgd: fyri tykkara egnu trygd og heilsu, trygdini og succes’ini hjá manningini í felag, fyri skipi, yvirfyri reiðaríði, og ofta fyri Føroya gulli, fiskiríkidømi okkara, sum tykkara hendur ofta eru tær fyrstu at nerta og tryggja góðsku við tykkara kunnleika um reiðskap, køling, hagreiðing, virking, goymslu og flutning.

Eg fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við prógvunum, tit í dag fáa. Gleðist og fegnist um tykkara stig, tann platt, tit nú eru komnir upp á. Eg ynski tykkum blíðan byr á lívsins havi – bæði í vinnu og í lívinum annars. Hjartaliga til lukku, tit avvarðandi eisini!

Og til leiðslu, lærarar og starvsfólk, hjartaliga til lukku við enn einum hópi av skipsatstøðarum! Enn einaferð eru vit leidd út á dekkið!

Má stovni tykkara gangast væl við verandi virksemi og við framtíðarætlanum tykkara, Føroya landi at stórum gagni!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo