Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum
Vinna

Synergi: - Bankin er undir javnari broyting. At reka banka er ikki tað sama í dag, sum tað var fyri bara fimm árum síðani. Tí skulu broytingar gerast, og tað er natúrligt at fólk reagera, tá broytingar vera gjørdar á einum arbeiðsplássi.

Hetta sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í Bank Nordik. Hon skal halda fyrilestur á Leiðaradegnum 31. januar.

- Allar fyritøkur mugu broyta seg, men eg haldi, at bankin hevur verið fyri sera stórum broytingum seinastu árini. Frá at vera staðið, har kundin kemur inn og møtir sínum fasta kundaráðgeva, er bankavirksemið blivið nógv meiri talgilt.

- Hetta setur heilt onnur krøv til starvsfólkini. Vit skulu samskifta á nýggjar hættir og møta teimum forðingum, sum eru á vegnum, sigur Turið F. Arge.

Hon fer í sínum fyrilestri at vísa á ítøkilig dømi um, hvussu bankin hevur gjørt broytingar, hvat hevur riggað og hvat hevur riggað minni væl. Hvussu bankin í verki hevur roynt, at hava starvsfólkini við í broytingartilgongdini. Turið F. Arge fer at greiða frá, hvat broytingarleiðsla merkir fyri hana og Bank Nordik. Hvat leggja tey dent á, hvussu fyrireika tey seg, hvussu arbeiða tey við samskifti, involvering af leiðarum og lyklapersónum.

- Mótstøða er kanska eitt so ógvulslig orð, men reaksjónin móti broytingum er natúlig, tí krevst at starvsfólkini verða partur av tilgongini, sigur Turid F. Arge.

Turið F. Arge hevur seinastu 12 árini starvast í ymiskum leiðandi størvum í Bank Nordik. Nú arbeiðir hon sum rakstarstjóri og er sostatt ein av 3 stjórum í BankNordik.

Synergi skipar fyri Leiðaradegnum 2020, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo