Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vágatíðindi

Samstarvsnevndin fyri Barnaverndarstovuna í Vágum hevur gjørt av at seta Kristinu Háberg í starv sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Vágum frá 1. september 2019 at rokna.

Kristina Háberg er 35 ára gomul og útbúgvin sum sosialráðgevi. Harumframt hevur hon eina kandidatútbúgving í pedagogiskari psykologi. Seinastu átta árini hevur hon starvast sum sosialráðgevi á barna- og familjuøkinum í Danmark og í Føroyum.

11 umsóknir vóru til starvið, og samstarvsnevndin fyri Barnaverndartænastuna í Vágum var samd um, at Kristina Háberg við sínum starvsroyndum innan økið og útbúgvingum hevur røttu førleikarnar at røkja starvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo