Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Allir seks umborð komu væl frá hendingini, tá trolbáturin Smaragd í gjárkvøldið fór at leka og mátti biðja um hjálp. 

Smaragd kom við hjálp frá Brimli til bryggju í Klaksvík um hálvgum fýra tíðina í morgun. Tá vóru pumpur fingnar umborð, so til bar at halda lens.

Lekin var í maskinrúminum, og tá ringast stóð til fekk Smaragd hvørki siglt ella hildið lens sjálvur.

Les eisini: Brimil og Ziska boðsendir at sleipa Smaragd til lands 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo