Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Tíðindabræv frá Føroyahúsinum: Kenda sangarinnan Lena Anderssen gevur út nýggja plátu, har hugtakið ”vón” er drívmegin handan løgini.

Lena Anderssen er ikki eitt ókent navn í tónleikaheiminum, og serliga var plátan ”Letters From The Faroes” frá 2012 sera væl umtókt bæði í Føroyum og í útheiminum. Nú er Lena klár við enn einari plátu, sum hevur heitið ”Eagle in The Sky”. Plátan kemur út í Danmark tann 26.februar 2016.

Rúsdrekka ávirkaði barnaárini
Í nýggju útgávuni hjá Lenu hevur sangarinnan og sangskrivarin leitað sær aftur til fløkjasligu barnaárini og skirvisliga uppvøksturin í Kanada. Gerandisdagurin var merktur av einum pápa, sum var bundin av rúsdrekka, og eini mammu, ið arbeiddi náttarvaktir, so gerandisdagurin kundi hanga saman. Um barnaárini í Kanada sigur Lena, at sjálvt um myrkrið í tí tíðini var ein dagligur veruleiki, so er tað vónin, sum spælir umráðandi leiklutin í ”Eagle In The Sky”.

”Tað seinasta eg ynskti, var at gera eina myrka og dapra plátu. Mangar av mínum royndum eru merktar av einum ávísum myrkri, tó ynski eg, at tónleikurin hjá mær skal lýsa og fevna um.       

Menniskjan tørvar vón, og hetta vil eg við mínum sangum royna at veita lurtarum.”

Ljóðið av Norðuramerika
Lena ynskti, at plátan ”Eagle In The Sky”, skuldi bera brá av einum norðuramerikanskum ljóði.

Tískil leitaði Lena sær í 2013 saman við framleiðslustjóranum Niclas Johannesen aftur til Kanada. Her vórðu tekstirnir skrivaðir liðnir og fyrstu upptøkurnar gjørdar. Restin av upptøkunum vórðu í fleiri umførum gjørdar og viðgjørdar í Føroyum, og nógvir tónleikarir hava verið við í arbeiðinum. Eisini er symfoniorkestur og barnakór nýtt í framleiðsluni, harafturat ein røð av norðurlendskum tónleikarum og amerikanski trummuspælarin Matt Chamberlain.   

Stutt sagt, so var ætlanin at gera eina vælframleiddað útgávu, har ein samstundis fær kensluna av, at tað er eitt menniskja aftanfyri hvønn tóna, sigur Lena Anderssen.

”Eagle In the Sky” kemur út tann 26. februar á Songcrafter Music. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo