Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Kommunur

Á fundi í annaðkvøld ferð Klaksvíkar býráð at viðgerða fyrispurning um lendi í Svínoy til bátasavn hjá áhugafelagnum Bjarnafossur.

Ongin byggisamtykt er galdandi fyri økið, men í uppskotinum til byggisamtykt - sum tó ikki er endaliga samtykt av býráðnum - er umrødda økið útlagt til grønt øki.

Umsitingin metir tó ikki nakra byggisamtyktarliga forðing vera fyri ætlanini, um býráðið (saman við staðbundnu nevndini) ynskja økið gagnnýtt til bátasavn.

Staðsetingin liggur upp at til- og frákoyringarvegnum frá tyrlupallinum. Bygging her er tí treytað av góðkenning frá Landsverk.

Sambært frágreiðing frá stjóranum á Búnaðarstovuni kann lendið helst langtíðarleigast frá Búnaðarstovuni fyri eitt árligt gjald á kr. 5000,-, um “kommunan gerst formligur partur av áhugafelagnum Bjarnafossur ella formligur samstarvspartur hjá felagnum”.

Les meira her

Áhugafelagið Bjarnafossur hevur sett í stand gomlu bátarnir í Svínoy, sum eru satt listarverk, og bygdir av kendu bátasmiðunum Poul Hansen og Poul Johannes Poulsen, Svínoy. 

Felagið arbeiðir fyri at varðveita bátarnar, og at gera eitt hús í Svínoy til at seta bátarnir í, sum bygdasavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo