Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Skúli

Aftur í ár bjóðar Tórshavnar kommuna lestrarhøli til lesandi á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hædd, og er hetta sættu ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum.

Serliga nógvar royndir eru um jól- og nýggjársleitið, og tí er hetta eitt hent stað hjá lesandi at hava til at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi um jólini. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Í lestrarhølunum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars. Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða, og fólk sum annars sita við uppgávum og fyrireiking til royndir um hesa tíðina.

Ókeypis tráðleyst internet er í lestrarhølinum.

Atgongd er til vesi, og møguleiki er at gera kaffi ella te á staðnum.

Lestrarhølið er opið frá fríggjadegnum 21. desember 2018 til og við sunnudagin 13. januar 2019, og eru lestrarhølini opin, tá ið Býarbókasavnið er opið.

Upplatingartíðir: mánadag - hósdag: 9 -20
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-17
sunnudag: 14-17

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo